{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Høvuðlítli hávur

Dalatias licha

Høvuðlítli hávur er mjávaksin. Tvørskurðurin er rundur. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar, tann aftara er størri. Búkfjaðrarnar eru størri enn ryggfjaðrarnar. Fremri endi á aftaru ryggfjøðurini er mitt yvir búkfjaðrunum. Sterturin er rættiliga stórur. Høvdið er ógvuliga lítið eftir kroppinum og eftir øðrum hávasløgum. Hann hevur tjúkkar granar. Hann hevur stutta og avrundaða gron. Eygnaholan er eins long og gronin. Nasagluggarnir sita næstan fremst á gronini. Kjafturin er lítið bogin. Hann hevur andahol oman fyri og aftan fyri eyguni.

Útbreiðsla

Høvuðlítli hávur sæst sjáldan undir Føroyum, men er fingin út av Bankarygginum. Hann er annars í Norðsjónum, frá Hebridunum og suður til Guineaflógvan og Suðurafrika. Hann er á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Frá Gibraltar til Grikkalands. Í Vesturatlantshavinum er hann fingin frá George Banka í Meksikoflógvan. Er eisini í Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Stødd

Høvuðlítli hávur verður í mesta lagi um 180 cm. Vanliga er hann 100-150 cm.

Dýpi

Hann er úr 90 m niður á 1800 m.

Litur

Høvuðlítli hávur er mest sum einlittur dimmbrúnur, kanska dimmgrábrúnur um allan kroppin. Hann er hvítur inni í kjaftinum og hevur ljósagráar, eyðsýndar granar.

Eyðkenni

Høvuðlítli hávur hevur lítið høvd, smáar ryggfjaðrar og ikki pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Hvíti kjafturin og andaholuni. Hann kennist frá hákelling m.a. á stuttu gronini, stóra stertinum, og at aftari endi á búkfjøðurfestinum situr mitt undir aftaru ryggfjøður.

Týdningur

Høvuðlítli hávur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Høvuðlítli hávur
Lat:Dalatias licha, Scymnorhinus licha
Azo:Gata-lixa
Dan:Chocoladehaj
Eng:Darkie Charlie, Armor, Kitefin shark, Seal shark, Valentins sea hound
Fra:Squale liche
Gri:Skylopsaro
Ísl:Skarðaháfur
Ita:Zigrino
Jap:Yoroizame
Ned:Valse doornhaai
Nor:Spansk håkjerring
Pol:Liksa
Por:Gata, Carocho, Gata-lixa, Trabolha
Spa:Lija, Carocho, Negra
Týs:Schokoladenhai
USA:Kitefin shark

Viðkomandi tíðindi

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira