{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Døkkhávur

Etmopterus princeps

Døkkhávur hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er minni. Píkur er framman fyri ryggfjaðrarnar, tann fremri er minni, umleið helvtina av aftara. Høvuðbreiddin er størri enn longdin úr kjaftinum í trantin. Kjafturin er næstan beinur. Heysurin er flatur omaná, og gronin er eitt sindur kílaskapað. Hann hevur stór eygu. Búkfjaðrarnar eru umleið líka stórar sum aftara ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru eitt lítið sindur fremri enn fremri endi á aftaru ryggfjøður. Hann hevur andahol aftan fyri og nakað oman fyri eygað.

Útbreiðsla

Hann er undir Íslandi, Føroyum, gjøgnum kantin suður til Móritania í Vesturafrika. Er eisini úti fyri Nova Scotia í Kanada til New Jersey í USA. Undir Føroyum fæst hann á djúpum vatni vestan fyri Føroyabanka og har um leiðir.

Stødd

Døkkhávur verður í mesta lagi 80 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 300 m og kanska djúpari enn 2000 m.

Litur

Hann er einlittur dimmbrúnur um allan kroppin. Afturkanturin á ryggfjaðrunum er ljósari. Píkarnir eru nakað gjøgnumskygdir, teir eru hvítir og svartir innií.

Eyðkenni

Døkkhávur minnir mest um svartháv, men kennist frá honum m.a. á tí, at festið á búkfjaðrunum ikki røkkur aftur undir aftara píkin, og at liturin er brúnligari.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Døkkhávur, Colletts búksvarti hávur
Lat:Etmopterus princeps
Dan:Lyshaj
Eng:Great lanternshark, Rough sagre
Fra:Sagre rude, Sagre rouge
Ísl:Døkkháfur
Jap:Futo-karasuzame
Ned:Grote lantaarnhaai
Nor:Stor svarthå
Spa:Tollo lucero raspa
Sve:Brunkäxa
Týs:Grosser Schwarzer Dornhai

Viðkomandi tíðindi

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira