
Døglingur
Hyperoodon ampullatus
Døglingur er lutfalsliga stórur tannhvalur í nevhvalaætt.
Hann ferðast víða um í Norðuratlantshavinum í smærri bólkum, ið liggja um 4-20 hvalir. Døglingur kavar sera djúpt og leingi. Í tí djúpa nemur hann sær føði, ið serliga eru ávís høgguslokkasløg.
Døglingurin er eykendur við stórari, framstandandi kúlu og longum nevi. Hann er gráligur á at líta, men kann eisini fara yvir í heldur brúnligari lit. Hann hevur lítið horn, ið situr nakað aftarlaga, og smá bøksl. Í kjaftinum er einans eitt par av smáum, keyluformaðum tonnum, ið sita fremst í undirkjaftinum. Oftast eru hesar tenn bert at síggja hjá gomlum kallhvali.
Stovnsmeting
Hvalateljingar í 2015 vísa, at døglingastovnurin er mettur at vera umleið 19.000 hvalir í føroyskum og íslendskum sjóøki.
Status viðvíkjadi reyðlista

Útbreiðsla
Døglingur er at finna úr Portugal norður til Norðurnoregs og Svalbard, við Eysturgrønland, í Labradorhavinum og suður um Nova Scotia.

Lívfrøði
Vøkstur
Fullvaksin døglingur verður umleið 7-9 m langur. Kallhvalurin er vanliga nakað størri enn kvennhvalurin og kann gerast upp í 10 m langur.
Kvennhvalurin vigar 5-6 tons fullvaksin, og gerst í miðal 27 ára gamal. Kallhvalurin vigar 7-8 tons, tá hann er fullvaksin, og gerst í miðal 37 ára gamal.
Nøring
Kvennhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 8-12 ára gamal. Kallhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 7-11 ára gamal.
Making er serliga um várið og tíðliga um summarið. Burðartíðin er um 12 mánaðir. Kvennhvalurin leggur hvølpar annað hvørt ár.
Ferðing
Tað eru tekin um, at døglingur ferðast við árstíðunum, har hann fer longur norður um várið/summarið, og longur suður um heystið/veturin.
Døglingur er millum tey havsúgdjór, ið kava longst. Hann er javnan undir kavi í 1 tíma á gangin, og heldur seg mest á 800-1.800 m dýpi. Longsta skrásetta kaving vardi í 94 minuttir og djúpasta skrásetta kaving var niður á 2.340 m dýpi.
Føði
Døglingur etur fyri tað mesta høgguslokk úr Gonatus ættini. Hetta er høgguslokkur, ið er at finna á djúpum vatni. Tó etur døglingur eisini onnur høgguslokkasløg og smærri mongdir av fiski.
Døglingar á Kaldbaksfirði í 2023
Viðkomandi tíðindi

Merktu grindirnar støðufastar
19.11.2024
Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september. Hvørgin av merktu grindunum ha…

Merktur grindahvalur kavar djúpt
25.10.2024
Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir
15.10.2024
Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Merkt grind á Føroyabanka
07.10.2024
Tann merkta grindin úr Fuglafirði hevur nú verið ein túr á Føroyabanka. Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku s…

Merktu grindirnar tætt saman
27.09.2024
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir
19.09.2024
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík
17.09.2024
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Merkta grindin sunnan fyri Rockall
12.09.2024
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…