{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Bláhávur

Prionace glauca

Bláhávur hevur smidligt skap. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra tríkantað, til hæddar nakað sum longdin frá kjafti í gron, og hon situr mitt á bakinum. Hin aftara er lítil og situr mitt á sporlinum, beint uppi yvir gotfjøðurini, ið er eins lítil. Innaru horn á ryggfjaðrunum og gotfjøðurini enda aftureftir í einum spíssi. Hann hevur smáar búkfjaðrar og langar, bogaðar uggafjaðrar, ið eru longri enn høvdið. Sterturin er stórur, ovari partur er meira enn tvær ferðir so langur sum niðari, hevur skarð niður í klingruna beint við stertin. Hann hevur ikki ‘kjøl’ á síðunum á klingruni. Gronin er long og viggvaksin (konisk). Tenninar eru tríkantaðar, í erva eitt sindur skeivar, í neðra beinar. Hann hevur eygnalok. Táknaopini eru 5, og tey enda uppi yvir og frammantil á uggafjøðurini.

Útbreiðsla

Bláhávur er allastaðni í teimum heitu og flógvu høvunum. Norður til Føroya, langt úr landi í Íslandi og í útsynning úr Noregi. Hann er sjáldan undir Føroyum, men sæst tó av og á, er fingin á laksalínu norðan fyri Føroyar á umleið 63°N mitt í sjeytiárunum. Hann er rættiliga vanligur um summarið tætt sunnan fyri føroyska 200-fjórðingamarkið.

Stødd

Hann er sjáldan størri enn 4 metrar. Onkur sigur, at hann kann verða upp í 5-6 metrar.

Dýpi

Hann er uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 350 metrar. Hann er vanligur á opnum havi, men onkuntíð er hann inni við land.

Litur

Bláhávur er myrkt indigobláur á bakinum, ljósari bláur um síðurnar og hvítur undir búkinum. Blái liturin lýsnar og kámast skjótt, tá fiskurin er deyður.

Eyðkenni

Smidliga skapið, longu uggafjaðrarnar og langa gronin, blái liturin, spísku innaru horn á fjaðrunum og lítla gotfjøðurin.

Týdningur

Bláhávur er onkuntíð uppi í hjáveiðuni, men hevur lítlan vinnuligan týdning.

ES

Hann sigst at kunna leggja eftir fólki, ið svimur, og hevur á norskum og íslendskum navn av tí sama.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Bláhávur
Lat:Prionace glauca
Azo:Tintureira
Dan:Blåhaj
Eng:Blue shark, Blue dog, Great blue shark
Fin:Sinihai
Fra:Requin bleu, Cagnot, Cagnou, Empereur, Peau bleu, Pei can, Requin squale, Requin tchi, Tintourella, Verdoun
Gri:Glafkokarcharias, Carcharias, Glafkcarcharias
Ísl:Bláháfur, Mannæta
Ita:Verdesca, Carcarinidi, Squalo azzurro
Jap:Yoshikirizame
Ned:Blauwehaai
Nor:Blåhai, Menneskeeterhai
Pol:Zarlacz blekitny, Ludojad
Por:Guelha, Pas modrulj, Quelha, Tintureira, Tintureiro, Tubarao, Veletina
Rus:Sinyaya akula, Akula, Golubaya akula
Spa:Caila, Arlequi, Azujelo, Cailón, Ca-mari, Chiri, Chirimoya, Lija, Mekgago, Melgacho, Tiburon azul, Tiburón azul, Tintorera, Tintureira
Sve:Blåhaj
Týs:Blauhai, Blauer Hai, Grosser Blauhai
USA:Blue shark, Great blue shark

Viðkomandi tíðindi

  • Fingu stóra brugdu

    Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira