
Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg av hávi og skøtu gýta egghylkir út í sjógvin, men tað er ikki so vanligt at fáa fatur á teimum. Skapið á hylkjunum er serstakt fyri hvørt fiskaslag, og tí er tað at vit vita, at júst hesi hylkini stava frá ringhávi.
Ringhávurin gýtur gitin egghylkir, sum enda á botni. Hávafostrið mennist síðani av einum stórum blommusekki í hylkinum. Tá fostrið er fullborið, er blommusekkurin uppi, hylkið opnast og hávurin fer úr hylkinum.
Staðið, har tey 6,5 cm longu egghylkini vórðu fingin á 517 metra dýpi (vinstrumegin), og mynd av ringhávahylkjum á botni (úr greinini doi.org/10.3354/meps09305) (høgrumegin). Guli blommusekkurin sæst tíðiliga inni í hylkinum.

Serliga lívsringrásin hjá ringhávi, sum byrjar við, at gitin egghylki verða gýtt út í sjógvin.
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Gráhávur – ein sjáldsamur gestur
07.06.2024
Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í før…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Fingið merktan skrubbháv
04.01.2018
23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi. Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 4…

Fingu stóra brugdu
01.09.2011
Rannsóknarskipið Magnus Heinason fekk í august 2007 eina nærum 10 metrar langa brugdu í trolið. Hetta er úr Sjóvarmál 2011, les víðari her. Viðkomandi…