
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
05.02.2026
08:30 - 12:30
Hotel Brandan
Havstovan
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka.
Útgangsstøðið er ein verkætlan hjá Havstovuni, har endamálið m.a. er at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka og hvat vita vit ikki (vitanargap).
Endamálið við kunnandi tiltakinum er at greiða frá tí, sum vit eru komin fram til higartil, at frætta um onnur hava aðra vitan um Føroyabanka, sum vit ikki kenna til, og at hava eitt orðaskifti við pallborðsluttakarum og spurningum úr salinum. Hetta kann vera íkast til endaliga tíðarritið, sum skal gevast út eftir kunnandi tiltakið.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.
Sí skrá og melda til her.
