
ERVO ársfundur
02.06.2025 - 05.06.2025
Kongshøll
Havstovan
,ERVO – European Research Vessel Operators
Ársfundurin hjá ERVO verður í ár hildin í Føroyum í døgunum 2.-5. juni 2025. Fundurin verður hildin í Kongshøll í Tórshavn.
Sí skrá.
ERVO er ein samstarvsbólkur av londum við rannsóknarskipum, sum varð stovnaður í 1999. Endamálið er at deila royndir, finna samstarvsmøguleikar og menna bestu arbeiðshættir fyri rannsóknarskip.
Talið av luttakandi londum er vaksið úr 7 upp í 18. Á fundunum verða felags avbjóðingar viðgjørdar, nýggj tøkni verður løgd fram og londini greiða frá sínum rannsóknarskipum og framtíðarætlanum.
Árligir fundir hava verið hildnir í ymsum evropeiskum londum síðani stovnanina. Í ár verður hann so á fyrsta sinni hildin í Føroyum og einir 70-80 útlendingar koma til fundin.
Les meira um ERVO.