Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni
Eilif Gaard er settur í starv sum stjóri á Havstovuni. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av at seta Eilif Gaard sum stjóra á Havstovuni. Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár fram til 1. apríl 2023 við møguligari leingjan í upp til 3 ár.
Eilif Gaard hevur seinastu 8 árini røkt starvið sum stjóri á Havstovuni. Eilif er 60 ára gamal og hevur verið í starvi á Havstovuni, síðani hann í 1986 tók prógv í lívfrøði (Cand. Scient.) frá lærdum háskúla. Í 2001 varð hann tilnevndur doktari (Dr. Philos.) innan somu yrkisgrein á universitetinum í Tromsø.
Starvið sum stjóri á Havstovuni varð lýst leyst í januar í 2018. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.
Viðkomandi tíðindi
-

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í…
-

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har…
-

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá…
-

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…