
Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium
ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum.
ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”. Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum. Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani. Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES. Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar. Síðani 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.
Myndatekstur: Harald Loeng (vinstrumegin) helt talu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni.
Viðkomandi tíðindi

Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum.

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði
21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av Norðuratlantshavinum. Heitið á skeiðnum er “Ecologically relevant

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium
ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on
