
Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium
ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum.
ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”. Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum. Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani. Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES. Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar. Síðani 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.
Myndatekstur: Harald Loeng (vinstrumegin) helt talu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni.
Viðkomandi tíðindi

Landgrunnurin met heitur í 2025
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.

Formansskrá løgd fram
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar eiga øll lut í formansskránni. Føroyar hava

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.
