
Arbeiðsfundur um data frá Norrönu
Fyrst í hesi vikuni var ein arbeiðsfundur (workshop) á Havstovuni um m.a. streymmátingarnar, sum verða gjørdar við Norrönu. Tað eru Dr. Tom Rossby frá University of Rhode Island og Dr. Charles Flagg frá Stony Brook University, sum i 2006 fingu ein streymmátara umborð á Norrönu, umframt aðra útgerð, sum mátar hita og saltinnihald í sjónum. Teir hava fingið fígging frá amerikanska granskingargrunninum National Science Foundation (NSF) til at gera hesar mátingar. Í heyst fekk leiðslan á Smyril Line eitt takkarskriv (Letter of appreciation, Mynd 2) frá NSF fyri vælviljan at lata Norrönu hava hesa útgerð umborð. Jógvan í Dávastovu frá Smyril Line var eisini við á fundinum, og hann greiddi m.a. frá einum nýggjum farmaskipi, sum felagið hevur keypt. Hetta skipið verður eftir ætlan eisini útgjørt við einum streymmátara næstu ferð, tað fer í dokk, tó treytað av at fígging fæst til hetta.

Mynd 1. Stigtakararnir til at gera streymmátingar við Norrönu. Frá vinstru Dr. Tom Rossby, Jógvan í Dávastovu, ábyrgd fyri quality management, safety & security hjá Smyril Line og Dr. Charles Flagg. Í bakgrundini sæst nýggja farmaskipið hjá Smyril Line.
Tað var Dr. Tom Rossby sum, saman við fólki av Havstovuni, tók stig til arbeiðsfundin. Á fundinum vóru 11 útlendskir granskarar umframt fólk frá Havstovuni. Ymsar framløgur vóru, sum førdu til gott kjak. Samandráttur frá fundinum verður skrivaður í eini frágreiðing, sum verður løgd á heimasíðuna hjá Havstovuni í komandi mánað.


Viðkomandi tíðindi
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…
Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við…
Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…