{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Serstakt tema

Veðurlagsdagur 2026

Tiltakið er ókeypis – Tó krevst tilmelding

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi?

Eru vit fyrireikað?

Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt?

Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í veðurlagsbroytingum?

Meira kunning og skrá fyri Veðurlagsdagin 2026 kemur seinni

Rit gjørd eftir veðurlagsdagarnar

Ritini, sum leinki er til niðanfyri, eru samanumtøkur av áður hildnum veðurlagsdøgum. Í ritunum er m.a. samandráttur av øllum framløgunum, umframt leinki til sjálvar framløgurnar.

Fyriskipararnir ynskja við hesum, at vitan, sum er løgd fram á veðurlagsdøgunum, er alment atkomuligu og at øll áhugað kunnu fáa betri innlit í hesi viðurskifti, og fáa atgongd til dátur og tíðarrøðir, sum á einhvønn hátt lýsa føroyska veðurlagið, veðurlagsbroytingar og annað viðkomandi.

Veðurlagsdagurin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.