
Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn
Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni fast í aldumátarafortoyingarnar. Tveir mátarar eru festir í hvørja fortoying, ein niðri við botn og ein nakrar metrar undir vatnskorpuni. Tá Vørn heintar aldumátarar inn til viðlíkahald verða hitamátararnir lisnir á Havstovuni, og síðani settir á aftur fortoyingina tá aldumátararnir fara út aftur. Hetta vælvirkandi samstarvið gevur Havstovuni áhugaverdar upplýsingar um hitan og týdningarmikla lagbýtið í sjónum kring Føroyar.
Mátarin á botni á aldumátaranum sunnanfyri (‘S’ á mynd 1) máldi til dømis í august 2015 eina áhugaverda køling. Í tíðarskeiðnum 6. -9. august minkaði hitin á botni brádliga knapt 3 stig, frá 8,0 °C til 5,2 °C samstundis sum hitin í vatnskorpuni ikki broyttist nakað serligt (mynd 2).Tað er sannlíkt, at ein tunga av køldum sjógvi úr Hetlandsrennuni varð førd inn á Landgrunnin hesar dagarnar og var orsøkin til kølingina av niðasta lagnum av sjógvi.
Hitamátingar frá aldumátarunum vestanfyri og sunnanfyri eru longu brúktar í vísindaligari grein sum varð kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Science” 30. januar, og sannlíkt er, at hitamátingarnar eisini verða brúktar í komandi greinum. Havstovan er sera glað fyri samstarvið við Landsverk og Vónina og takkar manningini á Brimli fyri at teir hjálpa okkum at fáa virðismiklar hitamátingar til vega.


Viðkomandi tíðindi

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á

Landgrunnurin met heitur í 2025
Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,

Heitt vár á Landgrunninum
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin
