
Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión
Ein ovurhonds stór nøgd av havsins smáu djórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og ferðast niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/rándjórum, tá sólin rísur. Um okkara leiðir er hesin mesopelagiski biomassi umboðaður av t.d. stórum djóraæti, krill, rækjum, prikkafiski og lakssild.
Slík djór “síggjast” við ekkoloddi og øðrum akustiskum tólum. Við akustiskum streymmátarum, ið standa á stórum dýpi og máta upp gjøgnum vatnsúluna, hevur Havstovan seinastu 25 árini mátað heitu og køldu streymarnar fram við Føroyum. Sum fyrsta kanning av sínum slag, hava vit brúkt hesar streymmátarar sum ekkolodd, ið, máta frá botni og upp. Úrslitini standa at lesa í nýggju greinini Vertical migration of pelagic and mesopelagic biomass from ADCP backscatter data in the southern Norwegian Sea, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.
Millum annað síggja vit týðiliga, at mesopelagiski biomassin fer niður í dýpið umleið 1-2 tímar áðrenn sólin rísur, og at ein stórur partur av djórunum “krógva seg” í ísakøldum sjógvi beint undir heitu Atlantisku streymunum. Hesin biomassi kemur so upp aftur móti vatnskorpuni umleið 1-2 tímar eftir sólsetur.
Møguligir spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til Hjálmar Hátún: hjalmarh@hav.fo
Viðkomandi tíðindi
Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur doktari á Havstovuni, luttók við eini framløgu um, at stødd…
Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at talan er um kopepodin Temora longicornis. Temora er…
Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…