Um miðal av svartkalva í ár
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyri). Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.
Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans 3 dagar langur og ikki 6 sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri. Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Viðkomandi tíðindi
-

Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra, Á ferðini…
-

Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur.…
-

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av toski í heyst enn í fjør.…
-

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár,…