
Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur

Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieothong úr Klaksvík, ið hevur arbeitt á Kósini síðani 2003.
Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 29.september 2019 eystan fyri Nólsoy og fingin aftur við línu 23. januar 2022 á landgrunninum norðanfyri.
Lutakastið varð hildið á Havstovuni í Nóatúni í Havn. Durita Sørensen tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Hallbjørg og Duritu fyri hjálpina og ynskir Piyamon hjartaliga tillukku við vinninginum.
Viðkomandi tíðindi

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr
Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna

Drigið verður mánadagin
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í dráttinum hesaferð, eru komin Havstovuni í hendi

Freist til lutakastið um 12.500 kr
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desember 2025. Tiltakið er alment og

Merkt fisk á Landgrunninum
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur,
