
Bókhaldari til Havstovuna
Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið ella líknandi, ert ágrýtin og áhugað/-ur í einum hálvtíðarstarvi, so er eitt fjølbroytt og áhugavert starv sum bókhaldari leyst at søkja á Havstovuni.
Starvsstaðið er í móttøkuni á Havstovuni sum partur av umsitingini. Byrjast skal skjótast gjørligt.
Vit bjóða eitt fjøllbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir.
Havstovan er ein stovnur undir Fiskimálaráðnum og varðar av Havrannsóknarskipinum Jákup Svera, Hvalagransking og Fuglakanningarstøðini.
Arbeiðsøkið
Arbeiðið sum bókhaldari er rættiliga fjølbroytt, har tú fert at:
- Føra bókhald
- Røkja skrivstovuna og móttøkuna
- Gera annað fyrifallandi arbeiði
- Í stóran mun at arbeiða í toymi við umsitingini á Havstovuni
Setanartreytir
Hesar eru:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Royndir við fyrisiting
- Kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, o.l.
- Góður málførleiki
- Góður telduførleiki á brúkarastigi
- Góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er flokkað í 5. flokki.
Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 15. desember 2025. Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Erling í Liða, fíggjar- og umsitingarleiðara, teldupost erlingl@hav.fo, ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.
Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska, kenna og ráðgeva um fiskiskap og havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur sostatt nógva vitan um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á. Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.
Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 16 sjófólk.
Viðkomandi tíðindi

Framtíðin hjá mati úr sjónum
21.11.2025
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mat…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Næmingar vitja Havstovuna
08.05.2025
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Hátíðardagur á Havstovuni
02.05.2025
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, M…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
01.05.2025
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
22.04.2025
Týsdagin 22. apríl var landsstýrismaðurin í fiskivinnu-og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk la…

Formansskrá løgd fram
11.04.2025
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …
