Vísindavøka á ferð: Rákið á Íslandsrygginum

22.09.2025

19:00 - 20:30

Miðlatún í Vági

Granskingarráðið

Sum partur av Vísindavøkuni á ferð fer Guðrið Eriksdóttir Johansen at hava eina framløgu við heitinum:

 

Rákið á Íslandsrygginum

 

Framløgan verður í Miðlatúni í Vági, mánakvøldið 22. september kl. 19.

Skráin hetta kvøldið er henda:

  • Hvussu kann uppsjóvarfiskur gerast burðardyggari?
    Mirjam Carlsdóttir Olsen, Sjókovin
  • Staðarveður
    Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya
  • Rákið á Íslandsrygginum
    Guðrið Eriksdóttir Johansen, Havstovan

Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør.

 

Skrá fyri Vísindavøkuna í Kongshøll sæst her og full skrá fyri Vísindavøku á ferð her.