
Laksur fingin á Landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki er sloppin úr eini alinót, men er villur laksur. Tó kann ikki við vissu sigast, at talan er um villan laks, tí um ein alilaksur sleppur sum smolt, fer hann at líkjast villum laksi.
Vanligt er at rannsóknarskipið hjá Havstovuni fær villan laks á silda- og makrelkanningum langt úti til havs, men hetta er fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á Landgrunninum.
Laksurin var kynsbúgvin rognafiskur og var 72 cm langur og vigaði 3190 gr. Rognini vóru somikið smá, at laksurin neyvan fór at gýta, men kanska heldur brúkti føroyska økið til at eta í. Kanningar hava víst, at villur laksur frá mongum ymiskum áum í Europa og enntá Kanada heldur til norðan fyri Føroyar, har hann etur seg feitan.
Viðkomandi tíðindi

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
27.05.2026
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lí…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar
05.05.2026
Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…

Stuttur túrur á Bankanum
01.04.2026
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av h…

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
31.03.2026
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í sí…

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
18.03.2026
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir d…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
20.08.2025
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Ges…

