
Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?
Innleiðsla
Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur og vigar yvir 8 kg, tá hann er fýra ára gamal. Til samanberingar er ein toskur á føroyska landgrunninum umleið 60 cm langur og 2,3 kg, tá hann er fýra ár (Mynd 1).
Føroyabanki er eitt øki í ein útsynning (suður-vestur) úr Føroyum, har dýpið er umleið 100 m á tí grynsta partinum. Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur, tí merkingarroyndir vísa, at fiskur ferðast nærum ikki til ella frá øðrum havøkjum.
Toskurin kemur í yvirlitstrolið, tá hann er 2 ára gamal og eldri (Mynd 2). Mest er at fáa, tá toskurin er fýra ára gamal. Fáir toskar gerast eldri enn 10 ár. Tað, at smáir fiskar ikki koma í veiðina, er einki serstakt fyri tosk á Føroyabanka, men er vanligt fyri nógv fiskasløg í øðrum havøkjum. Tað er torført at vita, hví so er, tí tað er so torført at eygleiða fisk og annað livandi tilfeingi í havinum. Eitt boð kundi verið, at smáfiskur má fjala seg fyri størri fiski soleiðis, at hann ikki verður etin. Á landgrunninum fjalir smáfiskur seg í taraskóginum. Taraskógur er ikki á Føroyabanka og smáfiskurin á Føroyabanka hevur helst færri møguleikar at fjala seg og verður helst oftari etin. At vaksa skjótt fyrstu tídina er helst ein tillaging til hesar umstøður.
Nøgd av toski á Føroyabanka
Nøgdin av toski á Føroyabanka gjørdist sera lítil í 2004 eftir nógva vinnuliga roynd og í 2008 varð Føroyabanki friðaður fyri mest sum alla vinnuliga veiðu. Í 2020 vóru greið tekin um, at toskurin var í ferð við at koma fyri seg aftur (Mynd 3) og í 2021 var Føroyabanki opnaður fyri eina avmarkaða vinnuliga veiðu.
Hvar er toskurin komin frá?
Tað hevur verið ført fram, at toskurin á Føroyabanka “er komin aftur”. Í hesum liggur, at toskurin møguliga er komin frá øðrum havleiðum. Merkingarroyndir hava verið gjørdar á føroyska landgrunninum (økið kring Føroyar) síðan 1997 og higartil er eingin av merktu toskunum fingin aftur á Føroyabanka í tíðarskeiðnum frá 2020. Hetta bendir á, at toskurin ikki er komin frá føroyska landgrunninum út á Føroyabanka. Hinvegin benda yngulkanningar á Føroyabanka á, at toskurin alla tíðina hevur verið á Føroyabanka. Flestu av toskunum, sum eru fingnir eftir 2020 eru gýttir í 2015 til 2018. Hetta eru fyrstu ár, sum góvu líkinda nøgd av toskayngli síðan 2004. Verður hugt at øllum árgangum síðan 1993 er gott samsvar millum nøgd av toskayngli og ta nøgd, sum verður fiskað av árganginum seinni í lívinum. Tað er tí mest sannlíkt, at toskurin á Føroyabanka hevur verið har alla tíðina og ikki er komin frá øðrum havleiðum.
Samanumtøka
Tann brádliga økingin av toski á Føroyabanka í 2020 reisir spurningin, hvar hesin toskur er komin frá. Tað er sjáldsamt at fáa smáan tosk á Føroyabanka við línu, snellu ella troli. Frásagnir frá fiskimonnum benda á, at soleiðis hevur tað altíð verið. Ein orsøk er, at toskurin veksur so skjótt, men eisini, at smáur fiskur hjá nógvum fiskasløgum í nógvum havøkjum er torførur at fáa í fiskireidskapi. Tað greiða sambandið millum nøgd av toskayngli og nøgdina, sum seinni er fingin av hesum toski, er greið ábending um, at toskurin á Føroyabanka ikki er komin frá nøkrum øðrum havøki, men hevur hildið seg á Føroyabanka.
Viðkomandi tíðindi

Vitan um Føroyabanka løgd fram
09.02.2026
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
26.01.2026
Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Tilmæli 2026
22.12.2025
Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026
28.11.2025
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
27.10.2025
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…




