{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Smáblettuti reyðhávur

Scyliorhinus canicula

Smáblettuti reyðhávur er langur og kimiligur. Hann hevur lítið høvd og lítlan stert og heldur smáar fjaðrar. Fremra ryggfjøðurin situr aftanvert miðjan fiskin, aftara situr aftarlaga á sporlinum. Aftari endi á gotfjøðurini er beint áraka fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er lítið upprendur. Andahol aftan fyri eyguni.

Útbreiðsla

Smáblettuti reyðhávur er fram við landi í Miðjarðarhavinum. Frá Vesturafrika til Bretsku Oyggjarnar, Norðsjógvin og Skagerrak til Vestlandið í Noregi. Smáblettuti reyðhávur er bert veiddur undir Føroyum fáar ferðir og er tá fingin inni við land.

Stødd

Smáblettuti reyðhávur verður upp í 1 metur, men vanliga er hann um 75 cm langur.

Dýpi

Hann er úr 10 m og vanliga ikki longri niður enn 100 metra dýpi, tó í Miðjarðarhavinum niður á 400 metrar.

Litur

Smáblettuti reyðhávur er gráreydligur ella brúnligur á bakinum og um síðurnar, við nógvum dimmum blettum á stødd við eygnasteinin. Blettirnir eru eisini á fjaðrunum, men ikki undir búkinum, har hann er gulhvítur.

Eyðkenni

Liturin og blettirnir. Hann hevur lítla gotfjøður.

Týdningur

Her á landi hevur hann ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Smáblettuti reyðhávur
Lat:Scyliorhinus canicula, Scyliorhinus caniculus, Scyliorhinus canuculus
Dan:Småplettet rødhaj
Eng:Smallspotted dogfish, Blin Hey, Blin Lizzie, Dawfish, Hallow, Lesser spotted dogfish, Morgay, Rough dog, Sandy dog, Smallspotted catshark
Fin:Pienitäpläinen punahai
Fra:Petite roussette, Cata rousse, Catarouquiera, Charotel, Chat, Chienbro, Gat, Gat augie, Gat bayra, Gatanghier, Gatta d’arga, Gattu bardu, Gattuciu, Gatuarraina, Holbiche, Mircle, Orbiche, Pinto rus, Pintou roussou, Rousse, Squale rousette, Touilh, Vache
Gri:Skylopsaraki, Skuli, Skylàki, Skylapsaro, Skylopsaro
Ísl:Deplaháfur
Ita:Gatuccio, Gattopardo, Gatuccio minore, Rosetta minore
Ned:Hondshaai, Tijgerhaai, Zeehond
Nor:Raudhå, Rødhå, Småflekket rødhai
Pol:Rekinek psi
Por:Pata-roxa, Caneja, Gata, Patarrocha
Spa:Pintarroja, Gato marino, Pez perro, Pintarroja pequena
Sve:Småfleckig rödhaj
Týs:Kleiner Katzenhai, Katzenhai, Kleingefleckter Katzenhai
USA:Lesser spotted dogfish