{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jensenshávur

Galeus murinus

Jensenshávur er smidligur fiskur. Kroppurin er hægstur frammanvert gotið. Høvdið er um 18% av heildarlongdini. Gronin er fløt, kjafturin nógv bogin. Hann hevur smáar, hvassar tenn. Eyguni eru umleið 25% av høvuðlongdini. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar. Fremri kanturin á fremru ryggfjøðurini er á miðjum fiski og aftara fjøðurin beint framman fyri klingruna. Hann hevur langan stert við smáum píkum á yvirkantinum og eina langa fjøður undir stertinum. Sterturin vísir mest sum beint aftur úr rygginum, er ikki upprendur. Makaðu fjaðrarnar eru stuttar og breiðar. Hann hevur eina gotfjøður, har fremri endi er undir miðjum gloppi millum ryggfjaðrarnar og aftur til afturendan á aftara ryggfjaðrafestinum. Beina strikan gongur ovarlaga á síðuni, úr nakkanum aftur í stertin, har hon verður bend niður á stertin. Andahol aftan fyri eyguni.

Útbreiðsla

Jensenshávur fæst vestur av Føroyabanka og har um leiðir. Annars frá Hebridunum, á Suðurlandinum í Íslandi og úti á Reykjanesrygginum, suður til Asoroyggjar.

Stødd

Jensenshávur verður í minsta lagi 63 cm langur. Vanlig stødd vestur av Føroyabanka er um 45 cm.

Dýpi

Hann hevur verið veiddur úr 380 m niður á 1200 m dýpi.

Litur

Hann er gráur, ljósamorgráur á bakinum, ljósgráur undir búkinum. Forkanturin á fjaðrunum er dimmur og bakkanturin næstan hvítur. Táknarivurnar og kjafturin eru dimt viólblá/svørt.

Eyðkenni

Í skapi er hann sum ringhávur, lágur og langur. Munur teirra millum er m.a. liturin, og at tær aftastu fjaðrarnar á jensenshávi koma ikki aftur til stertin. Forendin á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Gotfjøðurin er long og lág.

Týdningur

Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

ES

Íslendski fiskifrøðingurin Bjarni Sæmundsson navngav henda hávin eftir frama danska djórafrøðinginum Adolf S. Jensen.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Jensenshávur
Lat:Galeus murinus
Eng:Mouse catshark
Fra:Chien nordique, Chien islandais
Ísl:Jensensháfur