{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Íslandshávur

Apristurus laurussonii

Íslandshávur er smidligur hávur. Hann hevur stuttan bul, langt sporl. Úr tróni í got er styttri enn úr goti í stertaenda. Sterturin er ikki upprendur, men vísir beint aftur úr rygginum. Báðar ryggfjaðrarnar eru eins til støddar, smáar og lágar. Tann fremra situr aftan fyri miðjuna á fiskinum, hin aftara røkkur væl aftur um fremra enda á undirstertinum. Íslandshávur hevur smá táknaop. Tey aftastu sita uppi yvir uggafjaðrunum. Breiddin millum eyguni er um 2/3 av granarlongdini. Eygnaholurnar eru um 1/3 av granarlongdini. Andahol aftanfyri eyguni. Gronin er fløt, og kanturin millum yvir og undirheys er hvassur av trantinum til undir eyguni, haðani kanturin líðandi rundar aftur til táknaopini. Tenninar eru smáar, eini fimm røð í undirkjaftinum og fimm ella fleiri í yvirkjaftinum. Tað sær út, sum tanngarðurin er snúðraður. Hann er svartur inni í kjaftinum. Strikan er kám.

Útbreiðsla

Hann er úr hellingunum vestan fyri Írland til Íslands. Við Vesturafrika, Madeira og Kanariuoyggjar. Frá Massachussetts til Meksikoflógvan. Á okkara leiðum er hann fingin út av bankunum vestanfyri og við Bankaryggin.

Stødd

Vanliga longdin á honum er um 65-75 cm, og so langir verða helst eisini teir størstu íslandshávarnir.

Dýpi

Íslandshávur er á dýpum úr 50 m niður á 1500 m.

Litur

Hann er gráligur. Liturin fer eitt sindur í brúnligt ella myrkt reyðgrátt. Rendurnar á støku fjaðrunum eru svartar-blásvartar.

Eyðkenni

Íslandshávur er langur og klænur fiskur. Fremri endi á fremru ryggfjøðurini er aftan fyri miðjuna á fiskinum. Hann hevur fínar, blásvartar rendur á ómakaðu fjaðrunum, hevur stóra gotfjøður. Hann er eitt sindur bleytur, liðiligur.

Týdningur

Íslandshávur hevur ikki vinnuligan týdning.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Íslandshávur
Lat:Apristurus laurussonii
Eng:Iceland catshark, Brown catshark, Flathead cat shark
Fra:Roussette d’Islande, Rousette de Madére
Ísl:Gíslaháfur
Ned:Ijslandse kathaai
Spa:Pejegato de Madera, Pejegado de islandia, Pejegado marron o narigo, Pejegato de islandia, Pejegato marron o narigo