{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Orðalisti

Orð og hugtøk innan havfrøði, havlívfrøði, fiskifrøði og annað, lýst í stuttum.

  • “F”

    Stytting fyri fiskideyðatal.

  • “M”

    Stytting fyri náttúrudeyðatal.

  • ACME

    Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi. Stytting fyri Advisory Committee on Fishery Management.

  • ACOM

    Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi. Stytting fyri Advisory Committee.

  • ADCP

    ADCP er ein streymmátari, sum mátar streymferð í sjónum við hjálp av ljóði og sonevndu Doppler effektini. Stytting fyri Acoustic Doppler Current Profiler.

  • Æti

    Smáar verur í sjónum, ið eru føði hjá fiski og øðrum størri djórum. Samheiti fyri plankton.

  • Aldursbýti

    Aldursbýti í stovni ella veiðu er, hvussu nógvir fiskar av teimum ymsu aldrunum eru í ávikavist stovni ella veiðu.

  • Algur

    Plantur í sjógvi og feskum vatni.

  • Altjóða Havrannsóknarráðið (ICES)

    Altjóða felagsskapur, stovnaður í 1902, við høvuðssæti í Keypmannahavn. Hevur til endamáls at skunda undir, menna og samskipa havrannsóknir, at almannakunngera úrslitini av hesum arbeiði og at veita vísindaliga ráðgeving […]

  • Anadromur

    Fiskur, ið gýtur í feskum vatni og veksur upp í sjónum.

  • Arbeiðsbólkur

    Bólkur av serfrøðingum (fiskifrøðingum, havfrøðingum ella øðrum) úr ymsum ICES limalondum, ið hittist regluliga (hvørt ár ella 2. hvørt ár) við ávísum arbeiðssetningi, t.d. at gera stovnsmetingar og forsagnir viðvíkjandi stovni og veiðu. Úrslitini verða løgd fyri ACOM.

  • Árgangsstyrki

    Um nógv ella lítið er til av einum árgangi. (Sí eisini tilgongd)

  • Árgangur

    Teir fiskar í einum stovni, ið eru gýttir sama árið (í somu gýtingartíð), verða nevndir ein árgangur, t.d. 1982-árgangurin.

  • Burðardygd

    Nakað sum hvílir í sjálvum sær, sum er á haldgóðum støði, uttan at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið.

  • CTD

    Stytting fyri Conductivity, Temperature, Depth. CTD verður nýtt sum heiti á tóli, sum verður brúkt til at máta hydrografiskar eginleikar hjá sjógvi.

  • Diadromur

    Felagsheiti fyri anadrom og katadrom.

  • Djóraplankton

    Planktonisk djór í sjónum. (Sí eisini plankton).

  • Fiskalarva

    Soleiðis verður fiskurin nevndur frá kleking til hann hevur fingið ta fyri slagið eyðkendu útsjóndina. Fyrstu dagarnar eftir kleking fær larvan føðslu úr eini goymslu, hon hevur við sær úr […]

  • Fiskideyðatal

    Eisini stytt “F”. Tann parturin av einum aldursbólki í stovninum, ið doyr av at vera fiskaður í einum ávísum tíðarskeiði, ofta í einum ári.

  • Fiskimynstur

    Lutfalsligt býti av fiskideyðatalinum upp á teir ymsu aldursbólkarnar í stovninum.

  • Fmax

    Tað veiðutrýst, ið áhaldandi gevur ta størstu veiðuna í vekt.

  • Føðiketa

    Ein røð av trofiskum liðum av verum, har tey í einum liði eru føði hjá verunum í næsta liði.

  • Føðinet

    Eitt mangan fløkt net av verum, sum eru føði hjá øðrum verum í vistskipanini, antin partar av lívinum ella alt lívið. Frá mikroskopiskum plankton til stór rovdjór sum hval. Sí dømi […]

  • Føðiøki

    Soleiðis verða tey øki nevnd, har tann vaksni fiskurin leitar sær føði.

  • Forsøgn (í samband við stovnsmetingar)

    Útlit fyri veiðu og stovni undir ávísum fortreytum. Skilt verður ímillum styttri forsagnir 1-3 ár fram í tíðina, 5-10 ára forsagnir og longri forsagnir, ið vísa smáfiskaúrtøkuna við ymisk veiðutrýst.

  • Goymslumerki

    Goymslumerkir hava eina talgilda flís í sær, sum goymir data. Goymslumerkini til fisk (vinstrumegin) goyma dýpi og hita yvir tíð. Hesi goymslumerki kunnu verða innopereraði í ryggin (t.d. á havtasku) […]

  • Gróður

    Framleiðsla hjá plantum av lívrunnum tilfari við ljósi sum orkukeldu.

  • Gýtingarøki

    Flestu fiskasløg leita til eitt ella fleiri øki at gýta. Tílík øki nevnast gýtingarøki.

  • Gýtingarstovnur

    Tann parturin av einum stovni, ið er gýtingarførur.

  • Hagtalsøki, ICES

    ICES hevur býtt landnyrðingspartin av Atlantshavinum upp í hagtalsøki, og verður veiðan skrásett fyri hvørt hagtalsøki sær.

  • Hydrografi

    Vitan um fysisku og kemisku eginleikarnar hjá sjógvi, eitt nú hiti og saltinnihald.

  • ICES

    Altjóða felagsskapur, stovnaður í 1902, við høvuðssæti í Keypmannahavn. Hevur til endamáls at skunda undir, menna og samskipa havrannsóknir, at almannakunngera úrslitini av hesum arbeiði og at veita vísindaliga ráðgeving […]

  • Katadromur

    Fiskur, ið gýtur í sjónum og veksur upp í feskum vatni.

  • Mest loyvda veiða

    Eisini stytt MLV. Tann størsta veiðan, sum myndugleikarnir geva loyvi at veiða í einum fiskiári.

  • MLV

    Mest Loyvda Veiða. Tann størsta veiðan, sum myndugleikarnir geva loyvi at veiða í einum fiskiári.

  • Mol

    Eind fyri evnafrøðiliga mongd. 1 mol er 6,02 x 1023 atom ella mýl.

  • NAFO

    Havrannsóknarráðið fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum.

  • NASCO

    Felagsskapur av strandalondum í Norðuratlantshavi norðan fyri 36°N, ið hevur til endamáls at tryggja eina skilagóða troytan av laksastovnunum í økinum.

  • Náttúrudeyðatal

    Eisini stytt “M”. Tann parturin av einum aldursbólki, ið doyr av náttúruávum, t.e. at hann verður etin, doyr í hungri, av sjúku, elli o.t.

  • NEAFC

    Altjóða ráð, ið skal tryggja eina skilagóða troytan av fiskastovnum í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

  • Nekton

    Verur, ið svimja so skjótt, at tær kunnu vinna á rákinum í sjónum, og tí sjálvar kunnu gera av, hvar tær skulu vera. (Mótsatt plankton).

  • Neritiskt

    Økið inni á landgrunnum. (Mótsatt oseaniskt).

  • Nitrat

    NO3-. Eitt týdningarmikið tøðevni hjá plantum. Um veturin er nitratinnihaldið í føroyskum sjógvi umleið 12 mikromol/l, men um summarið kann gróðurin minka nógv um innihaldið í ovaru løgunum.

  • Oseaniskt

    Økið úti á víðum havi, vanliga har botndýpið er størri enn 200 metrar. (Mótsatt neritiskt).

  • Plankton

    Plantur ella djór, ið sveima ella svimja so spakuliga í sjónum, at tey ikki sjálvi eru før fyri at avgera, hvar tey skulu vera, men verða førd við rákinum. Tó […]

  • Plantuplankton

    Planktoniskar plantur í sjónum. (Sí eisini plankton).

  • SAM

    Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: State-space Assessment Model). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið “F” fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, […]

  • Smáfiskaúrtøka

    Veiðan í vekt, ið kann væntast burtur úr hvørjum smáfiski, ið setur til fiskiskapin (sí tilgongd).

  • Standardskurður

    Skurður (ella linja) eftir føstum standardstøðum við givnum knattstøðum, har hydrografiskar kanningar verða gjørdar. Kanningarnar verða vanliga gjørdar við eini CTD, har møguleiki eisini er at taka prøvar av sjógvi […]

  • Stovnsmeting

    Vísindalig undirbygd meting av, hvussu stórur ein stovnur er í tali og í vekt. Sí Um stovnsmeting.

  • Strandaland

    Eitt land, sum hevur strandalinju móti einum fiskiøki fyri ávíst fiskaslag og tískil rættindi at fiska hetta fiskaslag. T.d. eru Ísland, Føroyar, Noreg, Skotland og Russland strandalond, tá umræður norðhavssild.

  • Sv

    Sverdrup – stytt Sv – er eindin fyri flutning av sjógvi. 1 Sv er tað sama sum 106 m3 s-1.

  • TAC

    Sí Mest loyvda veiða.

  • Tilgongd

    Tilgongd er tað talið á fiski, ið kemur undan gýtingini hvørt árið. Sum oftast verður tilgongdin givin sum talið á fiski í tí aldri, har hann fyri fyrstu ferð vísir […]

  • Tøðevni

    Fleiri sløg av evnum ella ionum, ið plantur brúka, tá tær grógva (t.d. nitrogen- og fosforevnir).

  • Tøðsølt

    Sí Tøðevni.

  • Trofiskt

    Viðvíkjandi føðslu og vøkstri hjá dýrum. Frá grikskum: trofe, matur.

  • Umsitingarætlan

    Ein langtíðarumsitingarætlan fyri umsitingina av toska-, hýsu- og upsastovninum undir Føroyum. Bulurin í umsitingarætlanini er veiðireglan, sum sigur, hvussu árliga fiskidagatalið verður ásett. Umsitingarætlanin varð fyrstu ferð sett í verk […]

  • Uppvakstrarøki

    Soleiðis verða tey øki nevnd, har yngulin leitar til, og har fiskurin er, til hann verður tikin í fiskiskapinum. Hetta kann vera heilt nær landi á grunnum vatni og á […]

  • Veiða upp á roynd

    Veiða í vekt (ella í tali) fyri hvørt eindarvirði fyri royndina, t.d. tons um dagin, kg fyri hvønn troltíma, kg fyri 1000 húkar.

  • Veiðuorka

    Eisini nevnd roynd. Eitt mát fyri, hvussu hart fiskað verður, t.e. tal av troltímum, húkum, snellum, gørnum. Eisini nýtt um fiskitíð, t.d. tal av fiskidøgum. Fyri reiðskap, ið stendur í […]

  • Veiðutrýst

    Miðalvirðið av “F” (sí fiskideyðatal) fyri teir 3-5 árgangirnar, ið eru mest við í veiðuni.

  • Vistskipan

    Ein vistfrøðilig eind, har tað ólívrunna og lívrunna umhvørvið, saman við einum ella fleiri samfeløgum av plantum og djórum, virka í einum størri ella minni geografiskum øki.

  • Vøkstur (fiskur)

    Vøkstur hjá fiski sipar til, hvussu einstaki fiskurin veksur. Vanliga verður hetta lýst við sambandinum millum aldur og longd á fiskinum, men kann eisini lýsast sum sambandið millum aldur og […]

  • VPA

    Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: “Virtual Population Analysis”). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið “F” fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, […]

  • Yngul

    Larvan broytist við tíðini til yngul, t.e. tá fiskurin hevur fingið útsjóndina, sum eyðkennir fiskaslagið.

  • Yngulkanning

    Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum flótitroli við tí endamáli at fáa eitt boð uppá, hvussu nógv er komið undan gýtingini tað árið. Sí eisini Yngul.

  • Yvirlitstroling

    Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum botntroli við tí endamáli at fáa eitt mát fyri stovnsstøddini, ið er óheft av vinnuligum fiskiskapi.