Brosma er virðismikil fiskur og verður nógv veidd. Óvist er, um brosman undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES verður brosma við Føroyar viðgjørd sum partur av einum felags stovni og flokkað saman við brosmu í Norðsjónum og brosmu fram við europeisku hellingini.
Brosma er long og breið í kropsskapi. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Hon hevur eina langa ryggfjøður, sum byrjar uppi yvir hálvari uggafjøðurini og kemur aftur til stertin. Brosma hevur eina gotfjøður frá miðjuni á fiskinum til fremst á stertinum, breiðar og rundligar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sterturin er heldur lítil og er avrundaður. Strikan bogar oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítið høvd, smá eygu, lítlan kjaft, smáar tenn og finnu.
Góð eyðkenni eru smedni fiskurin og litirnir á fjaðrarondunum. Hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður.
Brosma verður upp í 102 cm long. Elsta aldursgreinaða brosman undir Føroyum var 17 ár.
Útbreiðsla
Brosma er vanlig í vestara parti av Barentshavi og suður við norsku strondini. Hon er um alt Ísland og í Suður- og Eysturgrønlandi. Hon er eisini í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er eisini á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara parti av Atlantshavi er hon frá Grand Bank til New Jersey.
Brosma er vanlig undir Føroyum bæði á Landgrunninum, við bankarnar vestanfyri og á Wyville-Thomson rygginum. Brosma er fingin frá 50 m dýpi (t.d. inni á firðunum) niður á einar 850 m, men er mest vanlig á umleið 300-600 m dýpi.
Veiða
Frá 1906 til miðskeiðis í 1950-unum varð brosman bert tikin sum hjáveiða í bretska trolfiskiskapinum og veiðan var minni enn 1000 tons. Men so tók veiðan eftir brosmu við línu seg rættiliga upp, og vóru tað bæði bretar, norðmenn og føroyingar, ið royndu. Parturin hjá bretum minkaði støðugt frá fyrst í sekstiárunum, og eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977, hava føroyingar og norðmenn fiskað nógv tað mesta.
Í tíðarskeiðnum 1975 til 1992 hevur veiðan ligið millum 5000 og 6000 tons, tó var veiðan í 1980 uppi á 7800 tonsum. Frá 1993 til 2012 hevur veiðan ligið millum 3000 og 4000 tons. Í 2013 var veiðan bert 1500 tons, men økti til umleið 2400 tons í 2014-2017. Føroyski parturin av veiðuni eftir 1980 hevur verið millum 40 og 80%.
Føroyski parturin verður fyri tað mesta fiskaður við línu (90%) og restin sum hjáveiða við troli. Øll tann norska veiðan verður fiskað við línu.
Longdarbýti í føroysku veiðuniAldursbýti í føroysku veiðuni
Brosma verður upp í 120 cm long, vanlig longd er 40-90 cm.
Dýpi
Hon er botnfiskur. Hon er av grunnum vatni, um 20 m og niður á 1500 m ella meir.
Litur
Brosma er brúngrá um bakið, um síðurnar ofta ljósari við gulum farra. Aloftast hevur hon 5-6 ljósar tvørstrikur á síðunum. Um ryggfjøðurina, gotfjøðurina og stertin er svarthvít rond, sjálvur fjaðrajaðarin er hvítur.
Eyðkenni
Smedni fiskurin og litirnir á fjaðrarondunum. Eina ryggfjøður og eina gotfjøður.
Týdningur
Brosma er ein týðandi partur av veiðuni hjá fiskiskipum.
Samanum tikið er líkt til, at fiskiskapurin eftir longu er burðardyggur í løtuni, meðan støðan viðvíkjandi brosmu er sera ógreið. Stovnsmetingarnar eru enn ikki góðkendar í ICES, og neyðugt er at fylgja væl við gongdini í stovnunum. Les meira