Búøki

 

Fiskur verður skipaður í tveir høvuðsbólkar, annar uttan og hin við veruligum kjafti við kjaftbeinum (Mynd 1). Fyrr nevndi bólkur verður nevndur rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgálur eru undir Føroyum. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar. Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er so nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum sild, laksi, toskafiskum og flatfiskum.

 

Vanligt er eisini at skilja millum botnfisk og uppsjóvarfisk (Mynd 2). Botnfiskur livir og etur á ella nær botni. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av botnfiski: Botnfiskur, sum hvílur á botninum (bentiskur fiskur), og botnfiskur, sum sveimar í vatnsúluni beint yvir botninum (bentopelagiskur fiskur). Botnfiskur verður á enskum nevndur “demersal fish”. Orðið “demersal” stavar frá latínska orðinum “demergere”, sum merkir at søkka. Dømi um bentiskan fisk eru toskur, hýsa, hvítingur, longa, blálonga, brosma, reyðsprøka, skrubba, tunga og skøta. Dømi um bentopelagiskan fisk eru gulllaksur, búrfiskur og ymisk hávasløg á djúpum vatni. Uppsjóvarfiskur livir og etur uppi í vatnsúluni í tí, sum verður nevnt tað pelagiska økið. Tað pelagiska økið er størsta akvatiska livistaðið á jørðini og er 1370 mió. km3. Pelagiska økið verður býtt upp í Epipelagiska økið í erva og Mesopelagiska økið í neðra. Epipelagiska økið er tað økið, har so mikið av sólarljósið røkkur niður í sjógvin, at fotosyntesa kann fara fram. Tað er frá vatnskorpuni niður á umleið 200 m dýpi. Mesopelagiska økið er frá uml. 200 metrum niður á umleið 1000 metrar, har als onki ljós er. Dýpið á føroyska landgrunninum úti við hellingina er í mongum førum umleið 200 metrar, men tað hendir seg meira enn so, at tað er minni enn 50 metrar og meira enn 500 metrar. Miðaldýpið er 133 metrar, so tað mesopelagiska økið kring Føroyar er tí í høvuðsheitum uttan fyri Landgrunnin. Uppsjóvarfiskur verður eisini nevndur pelagiskur fiskur. Hetta orðið stavar frá grikska orðinum “pelagos”, sum merkir ”opið hav”. Dømi um epipelagiskan fisk eru makrelur, sild og tunfiskur. Dømi um mesopelagiskan fisk eru svartkjaftur og prikkafiskur. Tað eru tó ikki øll fiskasløg, sum halda seg á einum og sama dýpi altíð, men ferðast javnan millum fleiri dýpi, eitt nú upsi, hvítingsbróðir, havtaska og kongafiskur.

 

Ein triði háttur at býta fiskar upp eftir er, hvussu og hvar teir liva. Feskvatnsfiskar liva bert í áum og vøtnum, saltvatnsfiskar liva bert í sjógvi, meðan aðrir á ymsum lívsstigum skifta millum feskt vatn og sjógv; Anadromir fiskar, t.d. laksur, hava gýtingar- og uppvakstrarøki í áum og vøtnum, meðan føðiøkið er í sjónum; katadromir fiskar, t.d. állur, verða gýttir í sjónum, meðan uppvakstrarøkið er í ósa- og feskvatni (Mynd 3).


Mynd 1.
Uppbýtið av fiskasløgum.


Mynd 2.
Loddrættað uppbýtið av sjónum.


Mynd 3.
Uppbýtið av fiskasløgum eftir liviumhvørvi.