Havumhvørvið

 

Havumhvørvið í føroyskum øki er lýst við teimum viðurskiftum, sum eru í sjónum kring okkum, hiti, saltinnihald, rák og annað, sum kann ávirka fisk og aðrar livandi verur í sjónum. Vit býta tær føroysku havleiðirnar í trý høvuðsøki.

 

Tað mesta av okkara sjógvi er opið hav, sum broytist nógv úr einum staði í annað og eisini broytist við tíðini. Tá vit nærkast landi, koma vit inn á Landgrunnin, og innast við land eru firðirnir, sum áarvatn rennur í. Eisini verður umrøtt, hvussu havrannsóknir verða gjørdar.

 

Havstovan ger á hvørjum ári eina rúgvu av ymiskum mátingum, og nógvar teirra kunnu takast beinleiðis av heimasíðu okkara við at fara inn á datagoymslur.

 

Meiri nágreinar upplýsingar um havumhvørvið kunnu eisini finnast í bókini ”Havið”, sum kann lesast á: https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Havid.pdf