Fiskireiðskapur

 

Havstovan skipar fyri verkætlanum við ymiskum fiskireiðskapi. Talan kann vera um at betra verandi reiðskap, menna nýggjar reiðskapir, at tillaga reiðskap, so hann fer betur við umhvørvinum ella at gera royndir á nýggjum leiðum.

 

Hugskot til verkætlanirnar hava sum oftast uppruna innan fiskivinnuna og vinnan er tí við í hesum verkætlanum. Verkætlanir verða eisini gjørdar saman við øðrum londum, serliga í norðurlendskum høpi. Av ymiskum verkætlanum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt, kunnu nevnast agn kanningar á Føroya Banka, línuroyndir á Reykjanesrygginum, royndir við ymiskum skiljiristum og royndir við trolgrunnum. Av verkætlanum, sum Havstovan hevur samstarvað við onnur lond um, kunnu nevnast verkætlanir at finna ein hátt at skilja smáar rækjur frá teim stóru meðan fiskað verður og royndir við skiljiristum at skilja óynskta hjáveiðu frá veiðuni.

 

Havstovan hýsir eisini granskingarkjarnanum hjá Fiskimálaráðnum viðvíkjandi fiskitøkni, sí eisini www.fvg.fo. Tætt samstarv er millum kjarnuna og Havstovuna.

 

So hvørt verkætlanir eru lidnar, verður frágreiðing skrivað og givin út sum, t.d. smárit og lagt út á heimasíðuni hjá Havstovuni á hesum staði og undir "Ritgerðir".

 

Niðanfyri eru frágreiðingar frá royndum, skipað eftir evnum. Nakrar av hesum frágreiðingum kunnu heintast beinleiðis av heimasíðuni, meðan aðrar kunnu keypast við at venda sær til Havstovuna.