Plankton

 

Á hesum síðum verður í stuttum greitt frá, hvat plankton er.

 

Greitt verður frá um plantuplankton og djóraplankton á Landgrunninum, og hvønn týdning tað hevur sum føði fyri onnur lið í føðiketuni her.

 

Á víðum havi er plankton øðrvísi enn inni á Landgrunninum. Undir opið havi verður greitt frá um plantuplankton og djóraplankton á hesum leiðum og eitt sindur um týdningin, tað hevur fyri fiskin har.

 

Firðirnir eru serskildar vistskipanir. Hetta verður lýst nærri undir serstaka partinum firðir og sund.

 

Í gróðrartíðini frá fyrst í apríl til september vera regluligar mátingar av plantuplankton gjørdar einaferð um vikuna við Lívfiskastøðina í Skopun. Hesin sjógvur er umboðandi fyri innaru landgrunsleiðirnar.