Ritgerðir

 

Kanningarúrslit hjá Havstovuni verða almannakunngjørd í greinum og frágreiðingum. Nakrar eru á føroyskum máli, aðrar á enskum og einstakar á skandinaviskum málum.

 

Flestu føroysku frágreiðingarnar, t.d. frá praktiskum royndum ella stovnsmetingum verða givnar út í smáritum, ið Havstovan gevur út. Enskar greinir fevna vanliga um ávís rannsóknarúrslit og verða givin út í altjóða faktíðarritum, ella sum greinar í ICES høpi. Ofta verða kanningar gjørdar í samarbeiði við onnur norðurlond, og hesi úrslitini eru vanliga skrivað á einum av skandinavisku málunum.

 

Havstovan gevur eisini út Technical Reports á enskum máli. Hesar viðgera tekniskar smálutir og eru ofta ætlaðar lesarum við fakligum førleika innan ávísa økið.

 

Á næstu síðunum er yvirlit yvir alt, sum fólk frá Havstovuni eru við í, bólkað eftir ári, tá tað er givið út. Allastaðni, har tað er gjørligt, eru PDF fílur viðheftar, soleiðis at til ber at taka frágreiðingina í egna teldu.