Stovnsmeting í stuttum

 

Ein full stovnsmeting er eitt roknistykki, sum sigur, hvussu nógvir t.d. gulllaksar eru í sjónum kring Føroyar. Hesir gulllaksar verða mettir sum ein stovnur, og samlaða vektin av hesum stovni (biomassin) er í høvuðsheitum stýrd av tilgongd, vøkstri og deyða, sí Mynd. Hesir avgerandi faktorar vera tí brúktir til at meta um, hvussu stórur stovnurin er og hevur verið.

 

Myndin er sett upp sum eitt slag av roknskapi við eini inntøkusíðu (+) og eini útreiðslusíðu (-), og í stovnsmetingum er tað júst tað, ið fiskifrøðingar gera – fyri hvørt árið at føra roknskap yvir, hvat ið kemur inn í stovnin, og hvat fer út.

 

Fyri at gera eina fulla stovnsmeting, skal nógv taltilfar vera tøkt. Kravda taltilfarið er eitt sindur ymiskt, alt eftir hvat fiskaslag, talan er um. Í flestu førum er tó talan um nøgd av landaðum fiski, longdarbýti, vektbýti og aldursbýti í veiðuni og/ella í yvirlitskanningum og í veiðu upp á roynd frá vinnuligum fiskiskapi, og hvussu stórur partur av fiskinum er kynsbúgvin.

 

Høvuðsgrundarlagið undir stovnsmetingunum er aldursbýtið í veiðuni, t.e. hvussu nógvir fiskar verða fiskaðir fyri hvønn aldur. Við ymsum roknihættum, har tann vanligasti verður nevndur VPA (Virtual Population Analysis), ber so til at rokna, hvussu stórur partur av stovninum er vorðin fiskaður á hvørjum ári (veiðutrýstið), og síðan, hvussu stórur stovnurin er. VPA-roknihátturin gevur eina góða mynd av stovninum aftur í tíðina, men er nakað óvissur fyri seinastu 1-3 árini. Fyri at minka um hesa óvissu, verða úrslit frá yvirlitstrolingum við havrannsóknarskipi og veiða upp á roynd frá vinnuliga fiskiskapinum fyri fleiri ár samanborin við úrslit frá VPA-rokniháttinum.

 


Mynd 1.
Tilgongd og vøkstur økja um stovnsbiomassan. Tilgongd er tað nýggja ættarliðið, sum hvørt ár kemur inn í fiskiskapin. Fyri at tryggja góða tilgongd, má gýtingarstovnurin vera væl fyri. Tann einstaki gulllaksurin veksur seg størri hvørt ár, og framleiðslan til stovnin er samlaði vøksturin hjá øllum einstøku gulllaksunum. Deyði minkar um stovnsbiomassan. Deyða býta vit upp í natúrligan deyða og fiskideyða. Natúrligur deyði er av elli, sjúku ella tí, at gulllaksur verður etin av øðrum, meðan fiskideyði rakar teir gulllaksar, ið verða fiskaðir.