ACFM
Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi (á enskum: “Advisory Committee on Fishery Management”).

 

ACME
Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi um­hvørvis­spurningum á sjónum (á enskum: “Advisory Committee on the Marine Environment”).

 

Aldursbýti
Aldursbýti í stovni ella veiðu er, hvussu nógvir fiskar av teimum ymsu aldrunum eru í ávikavist stovni ella veiðu.

 

Algur
Plantur í sjógvi og feskum vatni.  

 

Altjóða Havrannsóknarráðið (ICES)
Altjóða felagsskapur, stovnaður í 1902, við høvuðssæti í Keypmannahavn. Hevur til endamáls at skunda undir, menna og samskipa havrannsóknir, at almannakunngera úrslitini av hesum arbeiði og at veita vísindaliga ráðgeving viðvíkjandi viðurskiftum í havinum. Uppi í hesum eru fiskifrøði, fiskiskapur, havfrøði, havlívfrøði, dálking o.a. Í løtuni eru 19 limalond í Altjóða Havrannsóknarráðnum.

 

Arbeiðsbólkur í ICES
Bólkur av fiskifrøðingum úr ymsum ICES limalondum, ið hittist regluliga (hvørt ár ella 2. hvørt ár) við ávísum arbeiðssetningi, t.d. at gera stovnsmetingar og forsagnir viðvíkjandi stovni og veiðu. Úrslitini verða løgd fyri ACFM ella ACME. (Á enskum: “Working Group”).

 

Árgangur
Teir fiskar í einum stovni, ið eru gýttir sama árið (í somu gýtingartíð), verða nevndir ein árgangur, t.d. 1982-árgangurin.

 

Djóraplankton
Planktonisk djór í sjónum. (Sí eisini plankton).

 

F
Stytting fyri fiskideyðatalið.

 

Fiskideyðatal (F)
Tann parturin av einum aldursbólki í stovninum, ið doyr vegna fiskiskap í einum ávísum tíðarskeiði, ofta í einum ári.

 

Fiskimynstur
Lutfalsligt býti av fiskideyðatalinum upp á teir ymsu aldursbólkarnar í stovninum.

 

Fmax
Tað veiðutrýst, ið áhaldandi gevur ta størstu veiðuna í vekt.

 

Føðiketa
Ein røð av trofiskum liðum av verum, har tey í einum liði eru føði hjá verunum í næsta liði.

 

Føðiøki
Soleiðis verða tey øki nevnd, har tann vaksni fiskurin leitar sær føði.

 

Forsøgn
Útlit fyri veiðu og stovni undir ávísum fortreytum. Skilt verður ímillum styttri forsagnir 1-3 ár fram í tíðina, 5-10 ára forsagnir og longri forsagnir, ið vísa smáfiskaúrtøkuna við ymisk veiðutrýst.

 

Granskingarbólkur í ICES
Bólkur av fiskifrøðingum úr ymsum ICES limalondum, ið hittast regluliga (hvørt ár ella 2. hvørt ár) við ávísum arbeiðssetningi, t.d. at seta út í kortið, hvussu stovnsmetingar og forsagnir viðvíkjandi stovni og veiðu kunnu gerast, ella at menna neyðugu vitanina um stovnarnar, so at stovnsmetingar kunnu gerast. Úrslitini verða løgd fyri ACFM ella ACME. (Á enskum: “Study Group”).

 

Gróður
Framleiðsla hjá plantum av lívrunnum tilfari við ljósi sum orkukeldu.

 

Gýtingarøki
Flestu fiskasløg leita til eitt ella fleiri øki at gýta. Tílík øki nevnast gýtingarøki.

 

Gýtingarstovnur
Tann parturin av einum stovni, ið er gýtingarførur.

 

Hagtalsøki, ICES
ICES hevur býtt landnyrðingspartin av Atlantshavinum upp í hagtalsøki, og verður veiðan skrásett fyri hvørt hagtalsøki sær.

 

ICES
Sí Altjóða Havrannsóknarráðið (á enskum: “Inter­national Council for the Exploration of the Sea”).

 

Larva
Soleiðis verður fiskurin nevndur frá kleking til hann hevur fingið ta fyri slagið eyðkendu útsjóndina. Fyrstu dagarnar eftir kleking fær larvan føðslu úr eini goymslu, hon hevur við sær úr rognkorninum. Henda goymslan liggur í einum posa, ið verður nevndur blommusekkur, og larvan nevnist tí blommusekklarva hesa tíðina.

 

M
Stytting fyri náttúrudeyðatalið.

 

Mest loyvda veiða (MLV)
Tann størsta veiða, sum myndugleikarnir geva loyvi at veiða.

 

Mol
6,02 x 1023 atom ella mýl.

 

MLV
Sí “Mest Loyvda Veiða”.

 

NAFO
Havrannsóknarráðið fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum (á enskum: “Northwest Atlantic Fish­eries Organization”).

 

NASCO
Felagsskapur av strandalondum í Norðuratlantshavi norðan fyri 36oN, ið hevur til endamáls at tryggja eina skilagóða troytan av laksastovnunum í økinum. (Stytting fyri á enskum: “North Atlantic Sal­mon Conservation Organization”).

 

Náttúrudeyðatal (M)
Tann parturin av einum aldursbólki, ið doyr av náttúruávum, t.e. at hann verður etin, doyr í hungri, av sjúku, elli o.t.

 

NEAFC
Altjóða ráð, ið skal tryggja eina skilagóða troytan av fiskastovnum í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. (Stytting fyri á enskum: “Northeast Atlantic Fisheries Commission”).

 

Nekton
Verur, ið svimja so skjótt, at tær kunnu vinna á rákinum í sjónum, og tí sjálvar kunnu gera av, hvar tær skulu vera. (Mótsatt plankton).

 

Neritiskt
Økið inni á landgrunnum. (Mótsatt oseaniskt).

 

Nitrat
NO3-. Eitt týdningarmikið tøðsalt hjá plantum. Um veturin er nitratinnihaldið í føroyskum sjógvi umleið 12 mikromol/l, men um summarið kann gróðurin minka nógv um innihaldið í ovaru løgunum.

 

Oseaniskt
Økið úti á víðum havi, vanliga har botndýpið er størri enn 200 metrar. (Mótsatt neritiskt).

 

Plankton
Plantur ella djór, ið sveima ella svimja so spakuliga í sjónum, at tey ikki sjálvi eru før fyri at avgera, hvar tey skulu vera, men verða førd við rákinum. Tó kunnu fleiri teirra svimja so mikið, at tey kunnu gera av, á hvørjum dýpi tey skulu vera. (Sí eisini plantuplankton, djóraplankton og nekton).

 

Plantuplankton
Planktoniskar plantur í sjónum. (Sí eisini plankton).

 

Roynd
Eisini nevnt veiðuorka, ið er eitt mát fyri, hvussu hart fiskað verður, t.e. tal av troltímum, húkum, snellum, gørnum. Eisini nýtt um fiskitíð, t.d. tal av fiskidøgum. Fyri reiðskap, ið stendur í ávísa tíð, verður veiðuorkan ofta roknað sum tal av reiðskapi faldað við fiskitíðini, t.d. garnatal x fiskitíð.

 

SAM
Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: “State-space Assessment Model”). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið F fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, og so ber til at rokna, hvussu stórur stovnurin er í tali og vekt, um náttúrudeyðatalið M er kent. Hevur tann fyrimun fram um VPA, at óvissur eru vístar fyri úrslitini.

 

Smáfiskaúrtøka
Veiðan í vekt, ið kann væntast burtur úr hvørjum smáfiski, ið setur til fiskiskapin (sí tilgongd og part 3.1).

 

Stovnsmetingar
Vísindaliga undirbygdar metingar av, hvussu stórur ein stovnur er í tali og í vekt.

 

Stovnur
Bólkur av fiski (av sama slagi), ið er so eins viðvíkjandi gýting, kynsbúning, vøkstri o.t, at hann má viðgerast fyri seg, tá ið stovnsmetingar skulu gerast (á enskum: “unit stock”).

 

TAC
Sí “Mest loyvda veiða” (á enskum “Total Allowable Catch”).

 

Tilgongd
Tilgongd er tað talið á fiski, ið kemur undan gýtingini hvørt árið. Sum oftast verður tilgongdin givin sum talið á fiski í tí aldri, har hann fyri fyrstu ferð vísir seg í veiðuni, roknað aftur til byrjanina av árinum. (Á enskum verður tilgongd nevnd “recruits”).

 

Tøðsølt
Fleiri sløg av evnum ella ionum, ið plantur brúka, tá tær grógva (t.d. nitrogen- og fosforevnir).

 

Trofiskt
Viðvíkjandi føðslu og vøkstri hjá dýrum. (Frá grikskum: trofe, matur).

 

Uppvakstrarøki
Soleiðis verða tey øki nevnd, har yngulin leitar til, og har fiskurin er, til hann verður tikin í fiskiskapinum. Hetta kann vera heilt nær landi á grunnum vatni og á botni, ið ikki er hóskandi til fiskiskap, og verður fiskurin tí vardur hesa tíðina frá at verða veiddur. Onnur fiskasløg vaksa upp á somu leiðum, sum tann vaksni fiskurin leitar sær føði á, og verða sostatt bert vard við, at fiskireiðskapirnir eru lagaðir til størri fisk (meskavíddir, húkastøddir o.a.).

 

Veiða upp á roynd
Veiða í vekt (ella í tali) fyri hvørt eindarvirði fyri royndina, t.d. tons um dagin, kg fyri hvønn troltíma, kg fyri 100 húkar.

 

Veiðutrýst
Miðalvirðið av F fyri teir 3-5 árgangirnar, ið eru mest við í veiðuni.

 

Vistskipan
Ein vistfrøðilig eind, har tað ólívrunna og lívrunna umhvørvið, saman við einum ella fleiri samfeløgum av plantum og djórum, virka í einum størri ella minni geografiskum øki.

 

VPA
Ein máti at gera stovnsmeting. (Stytt úr enskum: “Virtual Population Analysis”). Grundað á aldursbýtið í veiðuni, vøksturin á fiskinum og veiðuhagtøl, verður fiskideyðatalið F fyri teir ymsu aldursbólkarnar roknað út, og so ber til at rokna, hvussu stórur stovnurin er í tali og vekt, um náttúrudeyðatalið M er kent.

 

Yngul
Larvan broytist við tíðini til yngul, t.e. tá fiskurin hevur fingið útsjóndina, sum eyðkennir fiskaslagið.

 

Yngulkanningar
Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum flótitroli við tí endamáli at fáa eitt boð uppá, hvussu nógv er komið undan gýtingini tað árið.

 

Yvirlitstroling
Kanningar við havrannsóknarskipi við fínmeskaðum botntroli við tí endamáli at fáa eitt mát fyri stovnsstøddini, ið er óheft av vinnuligum fiskiskapi.

 

Æti
Smáar verur í sjónum, ið eru føði hjá fiski og øðrum størri djórum.