Havrannsóknir

 

Havrannsóknir hava verið gjørdar í føroyskum havøki í meiri enn eina øld. Kanningar av hita og saltinnihaldi og, serliga í seinnu árum, streymmátingar. Harumframt eru eisini aðrar kanningar gjørdar minni regluliga.

 

Norðanlond hava alla tíðina ligið frammarlaga í hesum verki, og skotar eisini; men nógvar aðrar tjóðir hava eisini kannað føroyskan sjógv. Frá tí, at Havstovan (sum tá æt Fiskirannsóknarstovan) varð sett á stovn, hevur hon kannað sjógvin, og tað hevur serliga vundið upp á seg, síðan vit fingu Magnus Heinason í 1981. Sum er, verða flestu mátingarnar gjørdar frá Magnusi Heinasyni ella við mátitólum, sum liggja úti í langa tíð; fortoyaði á opnum havi.

 

Mynd 1. CTD-in verður lorað niður frá Magnusi Heinasyni.

 

Mátingar av hita og og øðrum umhvørvis­tølum frá Magnusi Heinasyni
Til at kanna sjógvin beinleiðis frá skipinum verður lagt stilt, og eitt tól, sum nevnist CTD (Conductivity, Temperature, Depth recorder), verður lorað niður gjøgnum sjógvin (Mynd 1). Á vegnum niður mátar CTD-in hita, saltinnihald, ljósstyrki og harafturat fluorescensin í sjónum, sum er eitt mát fyri mongdini av plantuplankton (plantuæti). Til ber eisini at seta upp til 12 fløskur á CTD-ina, ið kunnu latast aftur á dýpum, sum vit velja. Tann sjógvurin, sum á tann hátt fæst upp frá ymsum dýpum, kann síðan kannast fyri nógv ymiskt. Vanliga máta vit við CTD-ini á 400-500 støðum hvørt árið (Mynd 2).


Mynd 2. Tey reyðu pluss-ini vísa tey støð, har kann­ingar eru gjørdar við CTD í 2009.

 

Nógvar av CTD kanningum verða gjørdar á somu støðum hvørt ár, og serliga er tað á nøkrum føstum støðum, ið liggja eftir 4 linjum, nevndar “standard­skurðir” (Mynd 3). Kanningarnar á standard­skurðunum kunnu m.a. brúkast til at síggja broytingar í sjónum frá einum ári til annað.

 

Mynd 3. Standardskurðinir, har CTD kanningar verða gjørdar fleiri ferðir um árið, eru vístir við reyðum linjum.

 

Mátingar av hita og streymi við fortoyaðum tólum
Umframt at máta sjógvin frá skipi ber til at leggja mátiútgerð út í sjógvin í fortoyingar. Henda útgerð er serliga brúkt til at máta streym, men kann eisini máta hita og viðhvørt ymiskt annað. Tvey høvuðssløg eru. Ein vanligur mátari mátar bara á tí dýpi, har hann liggur; men ein ADCP (Acoustic Doppler Current Profiler) mátari sendir ljóðstrálur upp gjøgnum sjógvin, og hann kann máta streymin í fleiri løgum, upp til eini 600 metrar yvir mátaranum.

 

Vanliga liggja mátararnir úti í nakrar mánaðir ella upp til eitt ár. Teir máta upp til fleiri ferðir um tíman og goyma úrslitini inni í sær. Mynd 4 vísir støð, har streymmátingar hava verið gjørdar við fortoyaðum ADCP-um í fleiri ár.

 

Mynd 4. Støð, har streymur regluliga hevur verið mátaður.

 


Mynd 1

Mynd 2

Mynd 3

Mynd 4