Hiti og rák á Landgrunninum

 

Á hesi síðu verður greitt frá um Landgrunnin og um streym og hita á Landgrunninum.

 

Landgrunnurin
Tann grynsti parturin av føroyskum sjóøki er tann føroyski landgrunnurin ella bara Landgrunnurin, sum hann vanliga verður nevndur. Landgrunnurin líkist í skapi nógv einum tríkanti við einum horni suðureftir (Mynd 1). Innast við land er Landgrunnurin hampuliga flatur; men longri úti verður botnurin brattari. Ofta verður Landgrunnurin roknaður at enda við 200 metra dýpi, og nógvastaðni er tað umleið á hesum dýpi, at botnurin skiftir til at vera brattari.

 

Talva 1. Talvan niðanfyri vísir víddina millum tvær dýpdarlinjur á Landgrunninum.

 

 

 

Streymur
Inni á Landgrunninum er harður streymur, ið stavar frá sjóvarfallinum. Sjóvarfall stendst av at máni og sól við síni atdráttarmegi toga í sjógvin, samstundis sum jørðin melur um seg sjálva. Hetta ger, at ein sjóvarfallsalda melur í heimshøvunum. Hendan aldan ger, at flóð og fjøra síggjast, har aldan nertir við land. Vinstrumegin á Mynd 2 sæst, at við Føroyar kemur ein sjóvarfallsalda inn vestaneftir og fer síðan fram við Landgrunninum. Myndin vísir, hvussu nógvar tímar flóðin er seinkað ymsastaðni kring Føroyar í mun til tá mánin er í ein beinan sunnan (linjurnar ganga ígjøgnum støð við somu seinking). Tann harði streymurin úti á Landgrunninum kemur helst av, at oyggjarnar og tey grunnu økini darva sjóvarfallsalduni. Í staðin gongur tað harða rákið heldur fram við dýpdarlinjunum á Landgrunninum enn út og inn á Landgrunnin.

 

Inni á og serliga í ávísum opnum firðum og sundum er tó eisini harður streymur og stavar hann frá, at hæddarmunur er á vatnskorpuni frá einum enda á t.d. einum firði í mun til hin endan. Hesin hæddarmunur kann stava frá at tíðin fyri flóð ikki er eins í báðum endum (t.d. Vestmannasund) ella at munurin millum flóð og fjøru (Mynd 2. høgrumegin) ikki er eins í báðum endum (t.d. Leirvíksfjørður). Mynd 2, høgrumegin, vísir hæddarmunin (í cm) ímillum flóð og fjøru ymsastaðni í miðalhørðum streymi. Mynd 2 er grundað á mátingar hjá Havstovuni og á telduútrokningar, sum Knud Simonsen hevur gjørt.

 

Um vit síggja burtur frá sjóvarfallinum, er eitt javnt rák eftir á Landgrunninum. Hetta rák hevur helst uppruna í tveimum kreftum. Annað er, at sjóvarfall, ið rekur inn og út av eini helling, skapar eitt rák, ið gongur sama veg sum klokkan. Hin kraftin er havstreymarnir uttan fyri Landgrunnin. Hesir ganga eisini fyri ein part við klokkuni kring Landgrunnin (sí Opið hav) og hála tí sjógvin á Landgrunninum við sær.

 

Hiti
Tann harði streymurin á Landgrunninum blandar sjógvin sera væl og ger, at hitin í sjónum ofta er nærum eins allastaðni innan fyri uml. 100m dýpi (Mynd 3) og eisini úr vatnskorpuni og niður á botn. Mynd 3 vísir hitamátingar í 2006 (miðal fyri hvønn dag) á 5 ymiskum støðum tætt við land. Havstovan hevur síðan 1991 mátað hitan við Oyrargjógv og síðan 2002 eisini við Lívfiskastøðina í Skopun. Í samband við eina verkætlan vóru hitamátarar í 2005 eisini lagdir út við Mykines, Eiðsvík og Sumba. Myndin vísir, at serliga norðari og innari parturin av Landgrunninum er væl blandaður, meðan stór sveiggj eru í hitanum út fyri Sumba og partvís við Mykines. Landgrunnssjógvurin er kaldastur í februar/mars og heitastur í august/septembur. Útvið 4 °C eru á muni millum summar og vetur. Hesi seinnu árini eru fleiri hitamet sett á Landgrunninum.

 

Av tí at lutfallsliga lítið av sjógvi er inni á Landgrunninum (tí tað er so grunt), og av tí at hesin sjógvur heldur sær leingi á grunninum, verður sjógvurin um veturin køldur meiri enn sjógvurin úti á djúpum. Tí er ein hitamunur millum sjógvin inni á og úti á (Mynd 4), sum vanliga er um 1°C, men sum tíðliga um várið kann vera meiri enn 2 °C. Um summarið hitast sjógvurin á Landgrunninum eisini skjótari enn sjógvurin uttanfyri, men av tí at streymurin úti á er rættiliga veikur, skapast eitt tunt (vanliga 20 – 50 m) vatnskorpulag, ið hitast nærum líka skjótt sum sjógvurin á Landgrunninum. Tí sæst hitamunurin næstan alt árið; einans um heystið, tá veður og vindur blanda sjógvin, sæst lítil og eingin munur.

 



Mynd 1.
Tá sjóvarfallsstreymurin er drigin frá, er eitt javnari rák eftir inni á Landgrunninum. Teir grønu ringarnir visa støð, har vit hava mátað streym í long tíðarskeið, og teir bláu pílarnir vísa tann javna streymin.


Mynd 2.
Vinstrumegin sæst, hvussu nógvar tímar flóðin er seinkað ymsastaðni kring Føroyar í mun til tá mánin er í ein beinan sunnan. Linjurnar ganga ígjøgnum støð við somu seinking. Høgra myndin vísir hæddarmunin (í cm) ímillum flóð og fjøru ymsastaðni í miðalhørðum streymi. Myndin er grundað á mátingar hjá Havstovuni og á telduútrokningar, sum Knud Simonsen hevur gjørt.


Mynd 3.
Hitamátingar í 2006 (miðal fyri hvønn dag) á 5 ymiskum støðum tætt við land.


Mynd 4.
Satellitmynd, ið vísir hitan í vatnskorpuni tann 18. apríl 2003. Grønir litir eru um 8°C, meðan gulir litir eru um 9°C og heitari (reyðgulir litir). Hvíta linjan um Landgrunnin og Føroyabanka er 200m dýpdarlinjan, meðan hvítu økini niðast í høgra horni eru skýggj (Myndin er lænt við vælvild frá Dr. Peter Miller, Plymouth Marine Laboratory).