Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Niðanfyri er í stuttum greitt frá um verkætlanirnar, sum eru í gongd í løtuni.
Blue ocean – Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area
Áramál: 2022-2025
Fígging: Havgransking í Norðuratlantshavi, DTU Aqua og Havstovan |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen og Hjálmar Hátún
Endamál: Endamálið við verkætlanini er, at skilja og gagnnýta sambandið millum havklima í Norðureysturatlantshavi og bæði útbreiðslu av svartkjafti og tilgongd av ungfiski til hendan búskaparliga týdningarmikla stovn. Áherðsla verður løgd á sannlíku ávirkanina frá atmosferuni og stóra subpolara meldrinum. Henda vitan kann leggja lunnar undir møguleikan at framskriva tilgongdina hjá svartkjafti. Vit miða ímóti – saman við arbeiðsbólki hjá ICES – at gagnnýta úrslitini í veruligu umsitingini av hesum sera umskiftiliga fiskastovni. |
COPS – Dynamics of Calanus species linked to Oceanographic processes, Predators and carbon Sequestration
Áramál: 2022-2024
Fígging: Havgransking í Norðuratlantshavi |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Eilif Gaard, Inga Kristiansen, Hjálmar Hátún og Sólvá Jacobsen
Endamál: Ætlanin er, at fáa betur greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti eystan-, vestan-, og sunnan fyri Føroyar frá 1993 til 2023. Við at samantvinna vitanina frá hesi 30-ára longu tíðarseriu av djóraæti við havkanningar, fæst størri vitan um, hvussu havfrøði ávirkar djóraætið um okkara leiðir. Eisini verður kannað, hvussu skiftandi nøgdir og samanseting av djóraæti ávirka svartkjaft og hvítningsbróðir. Harafturat verður kannað, hvussu reyðæti spjaðist, tá tað er rikið út úr Bankarennuni sunnan fyri Føroyar, og hvat ið hendir við hesum reyðætinum. Spurningar viðvíkjandi hesum eru m.a. um hetta reyðætið doyr ella um tað megnar at gýta komandi vár. |
FjordProcess – Key processes governing pelagic productivity in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems
Áramál: 2022-2024
Fígging: Havgransking í Norðuratlantshavi |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Eydna í Homrum, Sólvá Jacobsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen og Ian Salter
Endamál: Endamálið við verkætlanini er, at seta skjøtul á skipaðar kanningar í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin. Kanningarnar fevna um eginleikar í sjálvum sjónum (hiti, salt og streymur), gróður, djóraæti og smáan fisk uppi í sjónum, sum etur djóraæti. Sambondini millum hesi lið verða kannað, eins og árstíðarbroytingarnar verða fylgdar. |
TOPLINK – Marine top predators as ecosystem indicators in the central North Atlantic
Áramál: 2022-2024
Fígging: Havgransking í Norðuratlantshavi |
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Bjarni Mikkelsen
Endamál: At kanna lívfrøði og vistfrøðiliga týdningin av havsúgdjórum í Norðurhøvum, við atliti til ávirkan av hav- og vistfrøðini tvørtur við rygginum millum Grønland og Hetland. Merkingar av grind, springara og bóghvítuhvali skulu kanna hvat stýrir og ávirkar ferðingarmynstur og útbreiðslu. Havsúgdjór eru rándjór, hægst í føðiketuni, og kanningar av føði, evnafrøði og lívssøgu skulu greina teirra ávirkan á tilfeingið, og hvussu tey ávirkast av stutt- og langtíðar broytingum í hav- og vistfrøði. Samanberingar millum Eysturgrønland og Føroyar skulu lýsa munir og sambond millum vistskipanir tvørtur við rygginum, og kanna í hvønn mun havsúgdjór lýsa og endurspegla vistfrøðiliga standin í havinum. |
Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir reyðsprøku og tungu undir Føroyum
Áramál: 2021-2024
Fígging: Havstovan, Fiskivinnuroyndir, Faroe Islands Sustainable Fisheries, Felagið Trolbátar |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Hannipoula Olsen, Gunn Hansen og Tóra Reinert
Endamál: Endamálið við verkætlanini er at fáa meira at vita um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av reyðsprøku og tungu undir Føroyum við tí fyri eyga at gera eina stovnsmeting av nevndu fiskasløgum. Lítið hevur verið gjørt við flatfisk, her í millum reyðsprøku og tungu, á Havstovuni í fleiri ár vegna vantandi fígging. Til eina skilagóða stýring av fiskiskapinum av reyðsprøku og tungu er neyðugt við meiri og dagførdari vitan um útbreiðslu og lívfrøði (so sum vøkstur, búning, ferðing, føði) hjá fiskinum, hvussu fiskiskapurin ávirkar stovnin, og staðfesta um hetta er ein føroyskur stovnur burturav ella ikki. Tískil verður savnað inn nýtt datatilfar komandi árini á yvirlitstúrum og av landingum, eins og alt tøkt datatilfar verður viðgjørt. |
JERICO-S3
Áramál: 2020-2024
Fígging: Horizon2020 |
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Ian Salter
Endamál: JERICO-S3 will provide a state-of-the-art, fit-for-purpose and visionary observational Research Infrastructure (RI), expertise and high-quality data on European coastal and shelf seas. The project will support world-class research, high-impact innovation and a window of European excellence worldwide. It will be structured regionally around 4 Pilot Super Sites (PSS) and 5 Integrated Regional Sites (IRS) |
Faroese Monitoring (FARMON 2020)
Áramál: 2020-2021
Fígging: Dancea (Klima-, Energi- og Forsyningsstyrelsen) |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Regin Kristiansen og Ebba Mortensen
Endamál: FARMON 2020 hevur trý høvuðsendamál:
|
EUROFLEETS+
Áramál: 2019-2023
Fígging: Horizon2020 |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Leon Smith, Eilif Gaard og Erling í Liða
Endamál: Eitt av endamálunum er at geva granskarum í Europa, sum ikki hava atgongd til rannsóknarskip ella serútgerð, møguleika at brúka eitt av rannsóknarskipunum ella serútgerð, sum eru við í EUROFLEETS+samstarvinum. Skipini ella serútgerðin verða leigað til ávís endamál og EUROFLEETS+ fíggjar leiguna. Nærri kunning er á www.eurofleets.eu.
Eitt annað endamál er, at stovnar, ið eru við í EUROFLEETS+, samstarva um menning av rannsóknarskipum og útgerð umborð. Verkætlanin er fíggjað av ES-granskingarsamstarvinum Horizon 2020. |
Bróskfiskar í Artisku og Subartisku økjunum í Norðuratlantshavinum (Chondrichthyans in the Artic and Subartic regions of the North Atlantic)
Áramál: 2019-2022
Fígging: Nordisk Ministerråd |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Lise H. Ofstad og Hannipoula Olsen
Endamál: Í Norðuratlantshavinum eru bróskfiskar (hávar, skøtur og havmýs) mest sum bert fiskað sum hjáveiða í vinnuligum fiskiskapi. Tíanverri vera fleiri av hesum fiskasløgum ikki skrásett sum hjáveiða og/ella blaka út aftur í hesum økinum. Umframt ivamál í samband við nátturuvarðveitslu kann slík framferð hava við sær marknaðartrupulleikar fyri vinnuliga fiskiskapin.
Harumframt økjast klimabroytingar í artiska økinum munandi og við hitaøkingini og bránandi ísinum vil vinnuligur fiskiskapur økjast samsvarandi uttan at vit kenna til árinini á hjáveiðufiskasløgum so sum bróskfiskar. Við hesi verkætlan er endamálið at skapa eitt norðurlendskt netverk av serfrøðingum av bróskfiski, sum starvast við fiskivinnugransking og lívfrøði við tí fyri eyga at styrkja granskingina av bróskfiski í økinum. Hetta vil bøta um vanliga fiskivinnuvirksemi í økinum og samstundis økja um vitanina um lívfrøðina av bróskfiski her um leiðir. |
Environmental DNA monitoring for describing stock fluctuations of commercial demersal fish in Faroese waters
Áramál: 2020-2022
Fígging: Fiskivinnuroyndir |
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Ian Salter
Endamál: The project represents an ongoing effort to develop the application of environmental DNA monitoring for commercially important fish species in Faroese waters. It builds on the results of two previously funded projects funded by fiskivinniroyndir: Cod-e-DNA and Bank-e-DNA that have shown quantitative eDNA monitoring can describe biomass dynamics of commercially important fish stocks. The project aims to consolidate the existing time-series over a 3 year period to build a 5-year time series of eDNA measurements on the Faroe Bank. Additionally it will aim to use the existing catalogue of samples, in addition to those collected as part of the future monitoring effort, to apply next generation sequencing approaches to study the entire community of marine fish on the Faroe Bank in order to see if stock patterns can be linked to ecosystem dynamics. |
Ecosystembased management of Sandeels, demersal fish, and seabirds in Boreal regions in the Northeast Atlantic
Áramál: 2020-2022
Fígging: Nordisk Ministerråd |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Petur Steingrund, Hannipoula Olsen og Jóhannis Danielsen
Endamál: Nebbasild hevur ein týdningarmiklan leiklut í Norðureystur Atlantshavinum sum føði hjá botnfiski og sjófugli. Endamálið er at kanna, hvussu umsiting av botnfiski noyðist at taka hædd fyri samanspælinum millum nebbasild, botnfisk og sjófugl fyri at varðveita vistskipanarmargfeldið og fáa sum mest burtur úr úrtøkuni av botnfiskiskapinum. Hetta verður gjørt við at samansjóða tann stóra kunnleikan, sum finnst í teimum trimum norðurlensku londunum, Føroyum, Norra og Íslandi. |
SEATRACK
Áramál: 2014-2022
Fígging: Norsk Polarinstitutt og Norsk Institutt for Naturforskning |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Jóhannis Danielsen, Bergur Olsen og Sólveig Sørensen
Endamál: Endamálið er at kanna, hvar sjófuglurin er um veturin. Hetta verður gjørt við at seta goymslumerki á beinið á flestu sjófuglasløgunum í Norðurhøvum. Men fyri at fáa úrslitini úr goymslumerkjunum, má fuglurin fangast aftur, og tí er tað bert búfuglur, sum verður merktur. Fuglur verður merktur á 38 ymiskum plássum í Norðurhøvum. Í Føroyum verða fuglar merktir í Skúvoynni, Stóru Dímun, Sandoynni, Nólsoynni, í Kirkjubøhólmi, Mykinesi, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni. Úrslitini frá øllum londunum verða viðgjørd undir einum fyri at fáa eina samlaða mynd av, hvussu fuglarnir ferðast, og hvar teir finna føðina um veturin. Tá ið ferðingin er kortløgd, ber til at meta um, hví fuglurin er júst har til ávísar tíðir og hvørjar umstøður gera, at fuglurin fer hagar. |
Rákið tvørtur um Íslandsryggin
Áramál: 2020-2021
Fígging: Jens Smeds Oceanografiske Fond |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen (verkætlanarleiðari), Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Regin Kristiansen, Ebba Mortensen
Endamál: At fáa til vega nýggjar mátingar av rákinum tvørtur um Íslandsryggin í einum øki, har lítið er mátað áður, og at granska sambandið millum tað heita Atlantsrákið eystur um ryggin í erva og tað kalda rákið móti vestri niðri við botn. |
Nebbasild og toskur á innaru leiðum
Áramál: 2020-2021
Fígging: Fiskivinnuroyndir |
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Hannipoula Olsen
Endamál: At kanna lívfrøðina hjá nebbasild, herundir sløg, mongdir og atferð, á firðum og sundum við Føroyar. Hetta verður sett í samband við atferð hjá vaksnum toski, millum annað eginleikan at koma nær landi, og hvussu tað ávirkar yvirliving hjá smáfiski og harvið framtíðar fiskiskap. Dygdin á landaðum toski frá innaru leiðum verður eisini kannað, millum annað úrtøka av feskum flaki og saltfiski. |
Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild
Áramál: 2020-2021
Fígging: Fiskivinnuroyndir |
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Inga Kristiansen
Endamál: At kanna í hvønn mun útbreiðslan av norðhavssild er ávirkað av havfrøðiligum broytingum og føði um summarið.
Av tí at nøgdirnar av djóraæti, bæði í tí heitara Atlantssjónum og (serliga) í tí kaldara Eysturíslendska rákinum norðanfyri og vestureftir, broytast yvir tíðarskeið uppá nøkur ár, fer møguliga at bera til at spáa um útbreiðsluna av sild komandi árið. |
Samband og íbland av trantkongafiski (Sebastes mentella) í Grønlandi, Íslandi og Føroyum
Áramál: 2018-2021
Fígging: Greenland Institute for Natural sources, Marine and Freshwater Research Institute, Faroe Marine Research Institute, DTU Aqua, AG Fish |
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Helga Bára Mohr Vang og Lise Helen Ofstad
Endamál: Verkætlanin hevur trý endamál:
Úrslitini fara at betra um stovnsmetingina av trantkongafiskastovnum og økja um ta vitan, sum er neyðug fyri at umsita stovnin burðardygt. |
Nýtsla av umhvørvis-DNA í kanning av broytingum í toska-, hýsu- og upsanøgd á Føroyabanka
Áramál: 2019-2020
Fígging: Fiskivinnuroyndir
|
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Ian Salter
Endamál: eDNA er DNA, ið allar livandi verur lata út í umhvørvið. Frammanundan hevur eydnast at ávísa eDNA frá toski í sjónum og eisini er eydnast at ávísa eitt samband millum nøgdir av eDNA í sjónum og nøgdir av toski í nærumhvørvinum. Í hesari verkætlanini verður kannað, um tað eisini ber til at ávísa eDNA frá hýsu og upsa á Føroyabanka. Eisini verður kannað, um samband er millum nøgdirnar av eDNA í sjónum og nøgdirnar av hesum báðum fiskasløgunum í nærumhvørvinum. Um eitt slíkt samband kann ávísast, verður kannað, um til ber at nýta eDNA í sjónum til at ávísa broytingar í nøgdunum av toski, hýsu og upsa frá tíð til aðra á Bankanum. |
Nýtsla av umhvørvis-DNA í kanningum av vistskipanum í havinumum (FAMEOS)
Áramál: 2018-2020
Fígging: Granskingarráðið og Université Pierre et Marie Curie, Frankaríki
|
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Ian Salter
Endamál: Endamálið er at leggja grundarlag fyri kanningum av lívfrøðiliga margfeldinum og vistskipanini á Landgrunninum við at nýta eDNA arbeiðsháttin. |
Blue-Action: Arctic impact on weather and climate
Áramál: 2016-2020
Fígging: Horizon2020
|
![]() |
Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen
Endamál: At menna førleikarnar at lýsa, modellera og framsiga veðurlagsbroytingar í Arktis og teirra ávirkan á veðurlag og veður á norðaru hálvu, íroknað ógvusligt veður, eins og at veita gagnliga veðurlagstænastu til samfelagsligan ágóða”. At náa hesum máli er fokus sett á bæði hav og luft, og hvussu hesi ávirka veðurlagið í Arktis. Somuleiðis skal kannast, hvussu veðurlagið í Arktis ávirkar veðrið í t.d. Europa. Parturin hjá Havstovuni verður, saman við øðrum granskingarstovnum m.a. at kanna, hvussu broytingar í hitaflutninginum í Føroyastreyminum ávirka Arktis og at greina tað djúpa rákið tvørtur um Íslandsryggin, hetta fyri at betra veðurlagsmodel. Tilsamans 40 stovnar og feløg úr londum kring Atlantshavið, tó serliga Europa, eru við í hesi verkætlan, har av 32 fáa stuðul úr H2020. Verkætlanin verður stýrd úr Danmark av Danmarks Meteorologiske Institutt.
Les meira her. |
Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the southern Norwegian Sea
Áramál: 2013-2020
Fígging: Danska stjórnin og Felagið Nótaskip
|
![]() |
Luttakari á Havstovuni: Inga Kristiansen
Vegleiðarar: Høgni Debes, Eilif Gaard og Sigrún Jónasdóttir
Endamál: PhD-verkætlanin “Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the southern Norwegian Sea” hevur til endamáls at kanna reyðæti (Calanus finmarchicus) í havøkinum norðan fyri Føroyar (mynd 1). Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av makreli og sild (og partvís eisini svartkjafti) og er beinleiðis orsøkin til at hesi fiskasløgini koma í føroyskan sjógv í stórum tali um várið og summarið. Broytingar í pelagisku vistskipanini í Norðurhøvum hevur havt við sær, at hesir stóru fiskastovnar nú kappast í størri mun um somu føði.
Les meira her. |