Higartil eru skrásett 254 (pr. 2018) ymisk fiskasløg í føroyskum sjógvi, t.e. innan fyri 200 fjórðinga markið, og tað leggjast støðugt nýggj sløg aftrat. Til samanberingar kann nevnast, at fyri alla jørðina er talið eini 30 tús. sløg. Fyrr í tíðini var orðið fiskur í víðari merking alt frá skeljadýrum, maðkum o.t. til hval og kóp. Nú í tíðini hevur orðið fingið ein neyvari týdning: Ein fiskur er eitt ryggdýr við fjaðrum, ið andar við táknum og livir alt lívið í vatni.
Fiskasløg við nærri útgreining av lívfrøði, veiðu og stovnsmeting:
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
Onnur fiskasløg, sum eru fingin um okkara leiðir, eru at finna í "Fiskalisti".
Niðanfyri eru grafar, sum vísa gýtingarstovn og tilgongd hjá fiskasløgunum toski, hýsu, upsa, sild, svartkjafti og makreli. Harafturat er ein grafur, sum vísir yngulindex fyri hýsu, tosk, nebbasild og hvítingsbróðir. Tá farið verður við músini yvir grafarnar, síggjast virðini fyri tey ymsu árini.