Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti.
Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum á føroysku landleiðunum og á sjóleiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum føroysk fiskifør gagnnýta, og skal gera vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í lógini um sjófeingi. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári fiskirannsóknir við egnum og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.
Regluligar kanningar av havumhvørvinum verða gjørdar á hvørjum ári. Tær skulu lýsa broytingarnar frá einum ári til annað og hjálpa okkum at skilja broytingarnar í livandi tilfeinginum. Kanningar eru ein treyt fyri at meta um møguleikarnar fyri burðardyggari gagnnýtslu.
Havstovan stendur eisini á hvørjum ári fyri fleiri verkætlanum innan "fiskivinnuroyndir". Hon tekur lut í norrønum og altjóða verkætlanum innan fiski- og havfrøði av ymsum slag.
Javnstøðuætlanin hjá Havstovuni leggur fram høvuðstættir, mál og átøk til frama fyri javnstøðu millum kynini.
Endamálið við ætlanini er at fáa javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið á Havstovuni. Hetta inniber átøk til frama fyri javna umboðan av kvinnum og monnum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til starvsmøguleikar og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum á Havstovuni. Úrslitini frá dátuinnsavningini, málini og átøkini skulu vera liður í áhaldandi arbeiðinum hjá Havstovuni at skapa javnstøðu og margfeldi á okkara stovni.