08. Feb. 2024

Broytingar í plantuæti

 

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska landgrunninum.

 

Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Í áratíggju eru fleiri og fleiri subtropisk sløg av plantuæti streymað norður móti Norðsjónum, møguliga vegna hækkandi hita í sjónum. Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi er ein ovurhonds stórur bjølgur av køldum og lutfalsliga feskum sjógvi sum, sunnan fyri Ísland og Grønland, melur spakuliga móti klokkuni. Eftir at hevði verið viknandi síðani mitt í 1990unum, viðførdu veðurhørðu vetrarnir 2013-2014 og 2014-2015 ein sterkari meldur, sum so aftur førdi meira av subarktiskum sjógvi móti okkara leiðum. Nýggja greinin vísir, at hendan havfrøðiliga broyting steðgaði norðurvenda streyminum av subtropiskum sløgum av plantuæti.

 

Eitt meira subarktiskt ávirkað plantuætisamfelag eftir 2013 hevur helst ávirkað hægri lið í føðiketuni. Við økjandi ávirkan av veðurlagsbroytingum, og tá meldurin viknar aftur, kunnu vit tó vænta eina meiri subtropiska skipan komandi áratíggini.

 

Enska heitið á greinini er Ocean climate and hydrodynamics drive decadal shifts in Northeast Atlantic dinoflagellates, og hon sæst her.

 

Møguligir spurningar um evnið kunnu sendast til Hjálmar Hátún ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )