05. Feb. 2024

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

 

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin Margretha H. Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.

 

NCKF, sum varð stovnað í januar 2020, hevur til endamáls at granska og miðla vitan um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum. NCKF virkar eisini sum stuðul undir arbeiðinum hjá DMI sum veðurlagsráðgevi hjá donsku stjórnini. Granskingin hjá NCKF fevnir víða og er serliga um veðurlagsvitan til tað danska samfelagið og evnir, sum hava týdning fyri ríkisfelagsskapin, gransking í polarum viðurskiftum og globalum veðurlagsmodellum.

 

Nýggja ráðgevandi toymið er ein samanlegging av ráðgevandi nevndini og vísindaliga panelinum, sum virkaðu frá 2021 til 2022. Nýggja toymið, sum er valt fyri tvey ár, hevur 17 limir við serligari vitan innan veðurlagsbroytingar. Toymið skal veita kunning um tað, sum rørir seg í samfelagnum, eins og um avbjóðingar og tørvir. Samstarvið við toymislimirnar kann eisini elva til nýggj samstørv, samarbeiði og gransking til gagn fyri samfelagið.

 

Fyrsti fundur í toyminum var fríggjadagin 26. januar á DMI, har nýggja virkisskráin hjá NCKF varð løgd fram. Tosað varð eisini um miðlan av veðurlagsgransking og um tvørfakligt samstarv. Meiri kunning um ráðgevandi toymið er at finna her.