01. Feb. 2024

Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari

 

Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

 

Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og kandidat, við sergrein í umsiting og stovnsmeting, frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovuni síðan 2014. Í starvinum á Havstovuni hevur Helga Bára arbeitt eitt tíðarskeið á fyrrverandi Uppsjóvardeildini, men nú í fleiri ár á fyrrverandi Botnfiskadeildini, serliga við stovnsmetingum av botnfiski.

 

Starvið sum varaleiðari á Tilfeingisdeildini er nýtt starv á Havstovuni. Vit ynskja Helgu Báru blíðan byr við starvinum.