16. Nov. 2023

PhD skeið um havklima og vistskipanir var væleydnað

 

PhD-skeiðið, við heitinum "Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic" er nú lokið.

 

Allir 14 næmingarnir stóðu royndina og hava fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. Granskarar á Havstovuni og á DTU Aqua skipaðu skeiðið í samráð við umsitingina á Setrinum. Undirvíst varð í døgunum 21. august - 1. september, og hetta fór fram í góða fundarhølinum á Vinnuháskúlanum. Tó var tveir dagar arbeitt og undirvístumborð á rannsóknarskipinum, Jákup Sverra. Mikudagin 30. august, tá undirvíst varð í sjófugli og hvali, kom ein bólkur av springarum sum bílagdur inn á Gøtuvág. Næmingarnir lupu tí útí og sluppu at merkja springarar; ferðaleiðin eftir merkingina er víst her.

 

Tey merkja springarar á Gøtuvág

 

Skeiðið snúði seg um hvussu broytiliga havumhvørvið ávirkar vistskipanir í Norðureysturatlantshavi - alt frá plantu- og djóraæti, til nebbasild, botnfisk, uppsjóvarfisk, fugl og hval. Høvuðsendamálið var at skapa samanhald millum PhD-studentar undir granskingarskránni “Havgransking í Norðuratlantshavi” (MARiNAO), og at útvega teimum viðkomandi próvtalsstig (European Credit Transfer and Accumulation System, ECTS). MARiNAO fíggjar bert granskarar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, og fyri økja um altjóða samstarv, vórðu granskarar og granskaralesandi úr øðrum londum eisini boðin við.

 

Næmingarnir og fyriskipari (Hjálmar Hátún)

 

Hjálmar Hátún ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )