Ráðgeving

Havstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og letur landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindarligar tilráðingar, samsvarandi endamálinum í lógini um Sjófeingi.

 

Í § 18. stk. 3. í lógini stendur, at tá landsstýrismaðurin frá og við 2021 ásetir fiskidagatalið í kunngerð, skal hetta gerast eftir eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum seta meginreglur um burðardygga stovnsrøkt og fyrisitingarligar mannagongdir um ráðgeving og tílíkt.

 

Í hesum partinum av heimasíðuni eru tilmælini frá Havstovuni seinastu árini at finna. Eisini eru tilmælini frá ICES fyri teir fiskastovnar, sum hava áhuga fyri føroysk fiskiskip, at finna her.