Tilmæli í 2012

Gýtingarstovnurin av toski á Landgrunninum er lítil, veiðutrýstið hægri og tilgongdin verri enn mett í fjør. Sera lítið er til av hýsu, gýtingarstovnurin á landgrunninum er tað minsta síðan stovnsmetingarnar byrjaðu í 1957, og hevur hann alla verju fyri neyðini. Av tí, at útlitini í ár eru verri, enn tey vóru í fjør, verður mælt til niðurskurð í fiskidøgum fyri skipabólkar, ið serliga veiða tosk og hýsu, hóast hóast hetta ikki var ætlanin í fjør.

 

Toskur á Føroyabanka er enn sera illa fyri, og hevur hann alla verju fyri neyðini.

 

Gýtingarstovnurin av upsa er hampuliga væl fyri, hóast veiðutrýstið er í hægra lagi.

 

Mælt verður til at varðveita gýtingarleiðirnar hjá toski og upsa, at økisfriðingarnar fyri verju av smáum toski halda fram eina tíð afturat, umframt at tvær hýsuleiðir verða friðaðar fyri allar veiðuhættir, ið fiska tosk og hýsu.

 

Mælt verður til, at ein umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa verður sett í verk.

 

Tilmælið og skjøl kunnu heintast niðanfyri.

 

Tilmælið frá Havstovuni

 

Skjal 1

 

 

 

 

 

 

Skjal 2

 

 

 

 

 

Skjal 3