02. Aug. 2018

Nakað minni av makreli norðanfyri

 

Havstovan er júst liðug við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum og eysturíslendskum øki. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdirnar av makreli og serliga sild eru minni í ár enn í fjør. Tó er støddin á makrelinum góð, meðan miðalvektin av sildini er minni enn í fjør.

 

Kanningarnar vísa, at makrelurin stendur meira eystarlaga í økinum í ár í mun til í fjør. Sildin var at finna eystur móti markinum eystanfyri og á Íslandsrygginum í ein útnyrðing móti Íslandi.

 

Svartkjaftur stóð spjaddur í øllum økinum. Miðallongdin var 28 cm og miðalvektin 126 g.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi. Tróndur í Gøtu var leigaður til føroysku kanningarnar.

Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti í Norðurhøvum, har kanningarúrslitini frá øllum rannsóknarskipunum eru við, verður roknað á fundi um miðjan august.

 

Les alla frágreiðingina her.

 

Jan Arge Jacobsen
1. august 2018

 

Veiða pr. hálvan tíma hál (t) av makreli (grønt) og sild (reytt). Støddin á sirklunum vísir samlaðu veiðuna.