02. Juni. 2016

Gróðurin á Landgrunninum kom seint í ár

 

Á hvørjum ári fylgir Havstovan við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðan kannar.

 

Gróðurin av plantuæti er fyrsti liður í føðiketuni, og er tí grundarlagið undir øllum øðrum lívi í sjónum. Djóraæti og onnur djór eta plantuæti, og fáa sostatt føðiorku til at nørast og vaksa. Djóraæti er føði hjá fiskayngli, nebbasild og nógvum øðrum verum, ið aftur eru føði hjá størri djórum o.s.fr. Tí hevur gróðurin so stóran týdning fyri alt lív í sjónum.

 

Av tí at gróður fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum um okkara leiðir, um várið og summarið. Onnur viðurskifti enn ljós hava eisini týdning fyri gróðurin á Landgrunninum, so nóg mikið av ljósi er ikki trygd fyri, at gróður er.

 

Ójavnt er, nær várgróðurin kemur og eisini er ójavnt frá ári til annað, hvussu nógvur gróður er. Í ár er gróðurin nústaðni komin av álvara, hóast long tið er síðani nóg mikið var av ljósi.

 

Til ber at fylgja gongdini í gróðrinum á Landgrunninum her.