22. Okt. 2015

Landsstýrismaðurin vitjar umborð á Magnus Heinason

 

Mikudagin tann 21. oktober fekk Magnus Heinason vitjan av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal.

 

Umborð vóru skipari, stýrimaður, maskinmeistari, stjórin á Havstovuni, reiðarin og onnur fólk frá Havstovuni, sum hava við raksturin og viðlíkahaldið at gera.

 

Sum kunnugt er Magnus Heinason eitt gamalt og ótíðarhóskandi skip, og farið varð runt alt skipið, soleiðis at landsstýrismaðurin kundi fáa eitt gott innlit í arbeiðsumstøðurnar umborð.

 

Kunnað varð bæði um túrar, rakstur, og eisini viðlíkahaldstørvin á Magnus Heinason. Tað vísir seg, at skipið krevur stórar upphæddir til viðlíkahald, sum koma av, at skipið er so gamalt. Tað hevur meiri enn so hent seg, at skipið hevur ligið, orsakað av manglandi játtan, tí at neyðugt viðlíkahald hevur brúkt so nógv av játtanini.

 

Tað varð eisini kunnað um tað nýggja havrannsóknarskipið, og hvussu tað er projekterað og teknað. Vit eru fegin um at landsstýrismaðurin nú hevur vitjað bæði á Havstovuni og umborð á Magnus Heinason fyri at kunna seg um stovnin og skipið.