20. Okt. 2015

Rækjur úr Skopun

 

Leygardagin fekk Havstovan tvær rækjur, sum 4 ára gamli Jaspur Ørvarodd Hentze í Skopun hevði fingið í eini gággurúsu. Rúsan stóð inni í havnini í Skopun. Sniálvur Røvilsberg, sum hevði hjálpt dreinginum, segði, at hann ongantíð áður hevði fingið hetta slagið av rækju inni í havnini.

 

Á Havstovuni er staðfest, at talan er um rækjuna Pandalus montagui, sum millum annað er sermerkt við sínum vakra reyða mynstri á kroppinum, sí mynd. Hon líkist nógv tí vanligu rækjuni, men kennist frá henni við tað, at “pannutornurin” er meiri bogin og ikki hevur tenn omaná á tí ytstu helvtini, og so sum nevnt á litinum. Hendan rækjan hevur, so vítt vit vita, einki føroyskt heiti. Á donskum nevnist hon “rejekonge”, so kanska kundi hon verðið nevnd “rækjukongur” á føroyskum.

 

Pandalus montagui er vanlig undir Føroyum, heilt úr fjøruni og niður á meira enn 200 m dýpi. Undir Føroyum hevur hon ikki havt nakran vinnuligan týdning sum so, men hon er góð føði hjá fiski. Tá Havstovan ger yvirlitstrolingar á Landgrunninum, verða nógvir fiskamagar kannaðir. Av og á verður hendan rækjan funnin í magunum. Íalt er Pandalus montagui funnin í 632 ymiskum fiskamagum, meginparturin toskamagar. Hetta svarar til, at umleið 5% av kannaðu toskunum hava etið hesa rækjuna.

 

Havstovan fegnast um at fólk venda sær til okkara, tá tey síggja okkurt forvitnisligt, tí tað økir um samlaðu vitanina um okkara havumhvørvi.