08. Apr. 2015

Havstovugranskarar á ráðstevnu í Brasil

 

Tríggir granskarar á Havstovuni høvdu herfyri framløgur um teirra granskingarúrslit í Santos, Brasil á altjóða ráðstevnu um ávirkan av veðurlagsbroytingum á heimshøvini.

 

Hjálmar Hátún legði fram um hvussu sjógvur úr Labradorhavinum ávirkar Norðurirmingarhavið og íslendska landgrunnin. Inga Kristiansen greiddi frá um kanningar av reyðæti norðan fyri Føroyar. Sólvá Káradóttir Eliasen hevði framløgu um, hvussu útskifting av landgrunssjógvi ávirkar byrjanina av várgróðrinum á Landgrunninum. Harafturat legði Hjálmar ein postara fram, sum hann hevur gjørt saman við Selmu Pačariz.

 

Umleið 300 granskarar úr øllum heiminum vóru á ráðstevnuni. Tað er altíð áhugavert at hitta aðrar granskarar, sum arbeiða við okkara havøkjum og økjum, sum líkjast okkara, og kjakast varð dúgliga um farnar, aktuellar og møguligar komandi broytingar í vistskipanum og havumhvørvi.

 

Framløgurnar kunnu síggjast á http://www.pices.int/publications/presentations/2015-Climate-Change/2015-Brazil-presentations.aspx , og úrslit frá ráðstevnuni verða útgivin í ICES-riti næsta ár.

 

Postarin hjá Selmu Pačariz og Hjálmar Hátún sæst niðanfyri.