14. Nov. 2014

Botnfiskur og norðhavssild í Mið og Magn

 

Bæði botnfiskur og norðhavssild verða viðgjørd í nýggjasta Mið og Magn, sum er limablaðið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum. Samrøða er við Petur Steingrund, fiskifrøðing á Havstovuni, um støðuna hjá botnfiskastovnunum. Greinin viðger trýstið á botnfiskastovnarnar, og hvønn týdning stovnsstøddin hevur fyri at klára at standa ímóti nátturligum sveiggjum í umhvørvinum. Tey seinastu níggju árini hava verið serstakliga soltin, tá tað veldst um veiðu av toski og hýsu undir Føroyum, og hetta er nógv tað longsta tíðarskeiðið av slíkum slag í eina heila øld. Greinin leggur upp til, at umsitingin av botnfiskastovnunum hevur ikki verið nøktandi.

 

Eisini eru tvær greinar um norðhavssild, og tær byggja á samrøður við Eydnu í Homrum og Jan Arge Jacobsen, frøðingar á uppsjóvardeildini á Havstovuni. Fyrra greinin lýsir arbeiðið við og úrslit frá felagsfrágreiðing, sum vísindafólk úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Ruslandi og ES lótu inn í september mánaði í ár. Høvuðsarbeiðið í frágreiðingini var at lýsa útbreiðsluna av norðhavssild, og hvussu útbreiðslan er broytt síðan 1995. Seinna greinin er um, tá sildastovnurin minkaði burtur í onki í sekstiárunum.

 

Leinkja til Mið og Magn er her.

 

Vísindaliga greinin um norðhavssild, sum víst verður til í greinini, kann lesast her.