21. Mai. 2014

Streymmátararnir tiknir upp

 

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografikanningar og á túrinum blivu streymmátarafortoyingarnar eisini tiknar upp. Hita- og saltmátingar blivu gjørdar eftir 5 standardskurðum og glúpur tikin á tveimum teirra.

 

Fimm boyur blivu tiknar upp í øllum góðum umframt tvær trolsikrar rammur. Eisini varð dreggjað eftir einari lítlari rammu, sum ikki kom upp í fjør, men tíverri uttan úrslit.

 

Dataini skulu nú lesast úr mátarunum og síðan skulu battaríini skiftast og annað eftirlit gerast. Eftir ætlan skulu mátararnir útaftur um tvær vikur. Hesin túrur er partur av EU verkætlanini NACLIM, sum Havstovan er við í.

 

Les alla frágreiðingina